Krevja lívstíðarfongsul fyri kavbátamorðið

Løgreglan heldur, at svenska tíðindakvinnan Kim Wall bleiv skorin á háls ella kvald.

 

Ákæruvaldið hevur í dag reist ákæru móti Peter Madsen, eisini nevndur Raket-Madsen. Sambært donskum miðlum verður hann ákærdur fyri dráp, ósømiliga umferð við líkið og aðra kynsliga samveru enn samlegu móti svensku tíðindakvinnuni Kim Wall. Hann er eisini ákærdur fyri sera vandamikla kynsliga samveru annað enn samlegu og fyri at hava skorið hana í bitar.

 

Hann verður eisini ákærdur fyri tvey grov brot á reglurnar um trygd á sjónum.

 

Løgreglan sigur í tíðindaskrivi, at eftir teirra tykki hevði hann fyrireikað morðið. Enn er ikki greitt, hvussu tað bleiv framt, men løgreglan metir, at Peter Madsen antin hevur kvalt Kim Wall ella skorið hana á háls.

 

Ákæruvaldið krevur eisini, at hald verður lagt á kavbátin fyri síðani at oyðileggja hann.

 

Ákæruvaldið krevur, at Peter Madsen verður dømdur lívlanga fongsulsrevsing og um ikki tað, so forvaring í óásetta tíð.

 

Ekstrablaðið skrivar, at svenska tíðindakvinnan Kim Wall var farin túr við Peter Madsen í kavbáti hansara 10. august í fjør.

 

Tá hon ikki kom heimaftur, setti sjeikur hennara seg í samband við løgregluna. Peter Madsen segði fyrst, at hann hevði sett Kim Wall av, síðani at hon var deyð, tí hon fekk eina lúku í heysin. Tá hevði hann blakað líkið í havið, greiddi hann frá.

 

Eina viku seinni funnu fólk fyrst kroppin og síðani aðrar kropslutir hjá Kim Wall. Tá mátti hann játtað, at hann hevði limað hana sundur og tveitt hana fyri borð. Tó noktaði hann fyri at hava dripið hana.

 

Rættarmálið byrjar 8. mars og dómur fellur væntandi 25. apríl.