Tað er eitt ófrávíkilgt krav, at Búgvin 2 verður tikin upp aftur, har hann sakk á Skálafirði mitt í vikuni.
Tað stafestir Suni í Hjøllum, formaður í Kongshavnar Havnastýri. Sum vit hava skrivað longur niðri á Portalinum, sakk Búgvin 2, sum júst hevði fingið nýggjar eigarar, sakk út fyri Skipanesi mitt í vikuni.
- Málið er meldað til løgregluna, tí at havnamyndugleikin í Runavík hevur mistanka um, at skipið er søkt við vilja, sigur Suni í Hjøllum.
- Somuleiðis er málið fráboðað Umhvørvisstovuni, sum umsitur havumhvørvislógina fyri Føroyar.
Formaðurin í Konshavnar Havnastýri sugur, at uttan mun til, um skipið sakk, ella er søkt, er hetta eitt álvarsmál fyri umhvørvið.
- Er skipið søkt, so er tað brandólógligt og Kongshavnar Havnastýri fer undir ongum umstøðum at góðtaka, at Skálafjørðurin verður brúktur til kirkjugarð fyri gomul skip.
- Vit arbeiða við málinum og fara so skjótt sum møguligt at koma við einum ófrávíkiligum kravi um, at Búgvin 2 verður tikin uppaftur fyri eigarans rokning, staðfestir hann