##med2##
Samgongan kom í sína størstu kreppu beint fyri jól, tá ið tríggir limir í samgonguni, Erhard Joensen og Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, atkvøddu fyri málinum um sammøður.
Samstundis hevur Johan Dahl gjørt greitt, at hann heldur ikki fram í eini samgongu við Miðflokkinum, og tað merkir, at so hevur samgongan mist meirilutan tí hon hevur hon bara 16 tingfólk aftan fyri seg.
Nakrar dagar fyri jól segði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, at hann vildi hava eitt svar fyri jól um grundarlag er fyri at klinka samgonguna saman aftur eftir jól.
Og tollaksmessudag, beint undan jólahalguni, segði Jenis av Rana, at flokkarnir í samgonguni fara at gera eina roynd at lata samgonguna halda fram.
Hann sigur, at tað verður alt annað enn lætt, tí samgongan hevur fingið so greflig sár, at tað er ein spurningur um tey kunnu lekjast. Tað vil tíðin at vísa, men hann leggur afturat, at er vilji til tað frá hinum flokkunum, eigur tað at lata seg gera.
– Vit hava tríggjar flokkar, sum vilja samstarva, men svikið er so stórt, at tað er ein spurningur um tað ber til, sigur formaðurin í Miðflokkinum. Men hann leggur dent á, at samgongan kann ikki bara halda fram um einki var hent. Skal samgonguni vera lív lagað, skulu vit binda okkum nógv tættari at hvørjum øðrum, tí tað, sum hendi í málinum um sammøður, skal ikki henda aftur. Eg vildi næstan eisini sagt, at tað skal eitt heilt nýtt samgonguskjal til fyri at kunna halda fram, leggur hann afturat.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jenis av Rana greiða frá á FM1, hvussu hann sær politisku støðuna nú, vit fóru inn í halguna.