Krabbamein skal ikki sveiggja við búskapinum

Í krabbameinsfelagnum eru tey vónbrotin av, at samgongan longu er farin at skáka sær undan at seta víðfevndu krabbameinsætlanina í verk, men tey bæði vænta og vóna, at meiri peningur verður játtaður seinni í ár

- Arbeiðið at seta víðfevndu krabbameinsætlanina í verk, eigur ikki at vera treytað av, hvussu nógv játtan er til taks.

Tað staðfestir Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum.

Hann var sjálvur við í arbeiðsbólkinum, sum í heyst handaði landsstýrinum eina víðfevnda ætlan fyri at menna viðgerðina av krabbameini í Føroyum hesi næstu árini.

Men tað harmar hann, at landssýrið longu nú er farið at drála við at seta ætlanina í verk, soleiðis, sum vit greiddu frá í Sosialinum í gjár.

Har greiddi Aksel V. Johannesen frá, at fleiri tiltøk, sum krabbameinsbólkurin mælti til at seta í verk í ár, verða útsett, tí heilsuverkið skal spara pening.

Hetta er formaðurin í krabbameinsfelagnum vónbrotin av.

- Nú hevur hevur arbeiðsbólkur hjá heilsumálaráðnum gjørt eina krabbameinsætlan fyri tey næstu trý árini og fíggingin eigur ikki at verða ein forðing fyri at seta hana í verk, sigur Jákup N. Olsen.


Ongin umbering

Tilsamans hevur bólkurin 58 tilmæli til politiska myndugleikan á krabbameinsøkinum, men fleiri av teimum kosta onki at seta í verk.

Men heldur ikki tey tilmæli, sum eru ókeypis at seta í verk, kann landsstýrismaðurin lova at fylgja í ár, tí tað veldst um umsitingarligu orkuna í heilsumálaráðnum og fakligu orkuna í heilsuverkinum.

- Tað átti so ongantíð at komið politiska myndugleikanum so mikið sum til hugs at drála við tí, sum onki kostar, sigur formaðurin í krabbameinsfelagnum.

Hann staðfestir, at nógv av teimum ókeypis tilmælunum snúgva seg um samstarv tvørtur um stovnar og fakbólkar og um at flyta orku, sum er til frammanundan.

- Er viljin til staðar, kann rættiliga nógv gerast, áðrenn tað kostar eina krónu, sigur hann.


Fara at lata løgtingslimir í

Formaðurin í krabbameinsfelagnum setir nú sítt álit á tað aðalorðaskiftið sum Aksel V. Johannesen ætlar skal vera í løgtinginum í næsta mánaði um krabbameinsætlanina

Í tí sambandi hevur krabbameinsbólkurin bjóðað sær at hava eina framløgu fyri løgtingslimunum fyri at lata teir betri í til at viðgera spurningin.

- Á tí tí framløguni ætla vit at fáa høvi til at greiða løgtingslimum frá krabbameinsætlanini, hvat stendur í henni, hvat liggur í henni og, hvat liggur aftanfyri tey tilmæli, vit koma við.

- Og tá ið aðalorðaskiftið hevur verið, hava løgtingslimir vónandi eina nógv betri fatan av, hvat ætlanin snýr seg um. Og tá bæði vænta og vóna vit, at teir vilja játta neyðuga peningin í eini eykajáttan, so at tey tilmæli, sum fyribils eru strikað í ár, kunnu verða sett í verk kortini, sigur Jákup Olsen.

Hann leggur afturat, at verða tiltøkini sett í verk, eru peningur at spara í hinum endanum, tí fyribyrgjandi tiltøk føra við sær, at nógv verða funnin, áðrenn viðgerð verður neyðug.


Lítil meining í at spara

Tá ið ein krabbameinsætlan verður gjørd, sum hevur heili 58 tilmæli til politiska myndugleikan, er tað ein ásannan av, at støðan er ikki nóg góð, sum er.

- Sjálvandi kundi støðan verið nógv betri. Tí eru vit komin við hesi ætlanini. Tað nyttar ikki at viðgera ein sjúkling, hvur tú ikki eina greiða ætlan fyri, hvussu hann skal viðgerast, sigur Jákup N. Olsen.

- Tí má og skal heilsuverkið hava eina krabbameinsætlan. Og tað skal vera ein langætlan, sum skal fylgjast.

Hann sigur, at krabbameinsætlanin eigur at roknast sum ein samtykt um, at soleiðis skal krabbameinsviðgerðin vera og skipast.

- Men so kann tað heldur ikki bera til, at tað verður skarvað av ætlanini, hvørja ferð, tað sýgur saman um fíggjarliga. Krabbameinssjúklingar skulu ikki brúkast til at regulera búskapin við, tí ætlanin skal fylgjast, annars er lítil meining í tí, leggur hann afturat.

- Tað kann ikki vera meiningin, at vit knappliga finna útav, at nú hava vit ikki ráð til at fylgja ætlanini longur.

Hann sigur, at hesi viðurskifti halta í Føroyum, men tað má fáa ein enda og tí er tað neyðugt, at stórur meiriluti í løgtinginum fyri eini ætlan.

Men samstundis bindur politiska skipanin seg til at betala tað, sum tað kostar, tí ein samanhangandi viðgerð setir ávís krøv.

- Tað ber ikki til at spara ávísar partar í viðgerðini burtur. So mugu vit heldur staðfesta, at hesar sjúkur ikki viðgerast.

Jákup N. Olsen staðfestir eisini, at hetta er bara tann fyrsta krabbameinsætlanin, tí tá ið nøkur ár eru farin, er tað neyðugt at endurskoða hana.

- Í Danmark eru tey beint nú í ferð við tað triðju ella fjórðu krabbameinsætlanina, leggur hann afturat.


Akutt sjúka

Eitt tilmæli frá krabbameinsbólkinum má sigast at vera nokk so grundleggjandi fyri øllum øðrum tilmæli. Tað er, at krabbamein má verður roknað sum ein akutt sjúka og at heilsuverkið sostatt ikki kann savna sjúklingar saman til tað eydnast at fáa ein skurðlækna til Føroyar at viðgera teir.

Jákup N. Olsen sigur, at hetta vil krabbameinsbólkurin hava fyri at staðfesta, at talan er um eina akutta sjúku, sum skal viðgerast beinanvegin.

- Vit hava nevnt hetta fyri at binda um heilan fingur, tí tað er skjótt at fella fyri freistingini at savna sjúklingar saman og fáa ein lækna hendavegin at viðgera teir, tí tað er bíligari.

- Men verður krabbamein raðfest sum ein akutt sjúka, ber tað ikki til, tí sjúkan krevur, at sjúklingurin kemur í viðgerð sum skjótast. Tá ið krabbamein umræður, er skjót viðgerð avgerðandi.

Jákup N. Olsen sigur kortini, at í Føroyu er tað ikki formliga staðfest, at krabbamein er ein akutt sjúka.

- Kortini verða krabbameinssjúklingar viðgjørdir sum akuttir sjúklingar, tí tað gongur rættiliga skjótt at koma til kanningar og í viðgerð.

Men tá ið krabbamein formliga er staðfest sum ein akutt sjúka, er tað longu hjá kommunulæknanum, at tað verður staðfest, at illgruni er um krabbamein og so skal sjúklingur framat kanningum beinanvegin.

- Jákup N. Olsen sigur, at hetta er ein skipan, sum eigur at verða sett í gildi í Føroyum.

Hann fegnast eisini um ætlaða samstarvið við íslendingar, tí har er ongin bíðitíð til stráluviðgerð og ávísa aðrar krabbameinsviðgerðir.