´
Tað verða norðoyingar, sum fáa heiðurin av at fáa vitjan av krúnprinsaparinum í summar. Tað er greitt, nú ferðaskráin í høvuðsheitum er løgd.
Tá ið danska krúnprinsaparið kemur til Føroya síðst í august, er ein umfatandi skrá løgd, har tey bæði fáa høvi at uppliva stórfingnu náttúruna, serstøku mentanina og føroyskan mat. Tað sigur Løgmansskrivstovan, nú krúnprinsaparið kemur til Føroya í døgunum 23. til 26. august í summar.
Nú verður síðsta hond løgd á skránna, men tað er greitt, at Krúnprinsaparið, og teirra fýra børn, fara at vitja í Tórshavnar kommunu, Klaksvíkar kommunu, Runavíkar kommunu, Sunda kommunu og Fugloyar kommunu, sigur Løgmansskrivstovan.










