Krígshóttanin kann elva til split í Evropa

Hóttanin um kríggj ímóti Irak kann býta Evropa í tveir partar - ein, sum styðjar USA og ein, sum tekur undir við ivasomu Týsklandi og Fraklandi

Vandin fyri kríggi við Irak gerst alt størri og størri, og londini í Evropa kunnu tí vænta at sleppa at velja, annaðhvørt tey styðja stórabeiggja hinumegin Atlantshavið ella ikki. Tað er samstundis greitt, at leiðararnir í teimum einstøku londunum verða noyddir at lurta eftir teirri altsamt veksandi krígsmótstøðuni millum fólk.
Fleiri av teimum evropeisku londunum hava longu givið til kennar, hvat tey halda um málið. Summi teirra taka undir við krígsætlanini, onnur eru ímóti.
- Vit vita ikki, hvørjum hetta endar við, men tað fer í hvussu er at fáa stóra ávirkan lutin hjá ST og á viðurskiftini millum Evropa og USA, heldur stjórin á norska friðargranskingarstovninum, Stein Tønnesson.
Franski forsetin, Jacques Chirac, og týski kanslarin, Gerhard Schrøder, hava skipað eitt slag av einari fransk-týskari samgongu ímóti USA, og londini vænta at fáa stuðul frá Russlandi og Kina í ST-trygdarráðnum. Tey fáa eisini stuðul frá Grikkalandi, sum hevur boðað frá, at landið fer at nýta sín formansskap í ES til at forða fyri kríggi við Irak.
Hendan støðan víkir langt frá teirri støðu, sum Bretland hevur tikið. Samstundis eru tað fleiri lond í Suður- og Eysturevropa, sum taka undir við USA og Bretlandi. Póland tekur sjáldan somu støðu sum grannarnir Russland og Týskland og fyri ikki at verða kroyst ímillum tey bæði stóru grannalondini hevur Póland valt at styðja USA. Tað telur eisini, at nógvir pólendingar búgva hinumegin Atlantshavið. Annars er tað ikki nakað nýtt, at tey eysturevropeisku londini eru yvirhøvur vinarliga sinnað mótvegis USA.
Alyson Bailes á altjóða friðargranskingarstovninum í Stockholm sigur, at evropeiska støðan til krígsætlanina hjá amerikanarunum er rættiliga nær tengdt at, hvussu viðurskiftini millum USA og tey einstøku londini vanliga hava verið. Hon ivast eisini í, hvussu avgjørd franska stjórnin verður, tá saman um kemur, tí tað er meiri enn so hent, at Frakland hevur mótmælt amerikanskum krígsætlanum, men kortini hevur hálsað um seinni.
Støðan hjá Norðurlondum er heldur ógreið. Danmark tykist hava valt at styðja USA, meðan hini londini higartil hava sagt, at tað er ST-trygdarráðið, sum hevur tað avgerandi orðið at siga, hvørt tað verður kríggj ella ikki.