Tær mest víðgongdu kreftirnar á høgravonginum í Serbia vunnu tjóðartingsvalið um vikuskiftið. Flokkurin fekk eina millión atkvøður og 82 av teimum 250 tinglimunum og er sostatt størsti flokkur í landinum.
Millum tey valdu er fyrrverandi serbiski forsetin, Slobodan Milosevic, sum situr í Hagg, har hann er ákærdur fyri krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini. Og hann er ikki tann einasti. Eitt annað valevni, sum eisini er valt í tingið, er Vojislav Seselj. Hann er eisini í Haag, tí hann er ákærdur fyri krígsbrotsverk, hópmorð og brotsverk ímóti mannaættini.
Teir báðir sleppa tó neyvan at seta fótin inn um tinggáttina í Beograd, men eygleiðarar siga, at valúrslitið er ein greiður boðskapur um, at tær víðgongdu tjóðskaparkreftirnar í Serbia hava góðan byrð í løtuni.
Einki bendir tó á, at tær koma í sjálva stjórnina.