Løgreglan tók í gjár ein mann, sum vísti seg at vera ávirkaður av rúsdrekka, meðan hann sat handan róðri. Maðurin var einsamallur í bilinum, tá ið løgreglan tók hann.
Tá ið maðurin blásti í apparatið, sum vísir hvussu stóra promillu ein hevur, vísti tað seg, at hann hevði væl omanfyri loyva markið.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at hann hevði 1.46 í promillur. Blóðroynd varð tikin av manninum, og verður nú send til Danmarkar til kanningar. Tá ið neyva promillutalið er ásett í Danmark, fær maðurin eina bót svarandi til tað.










