Løgreglan tók kl. 02.30 sunnumorgunin ein mann fyri at koyra 130 í kollfjarðatunnilinum á veg til Havnar. Hann kann vænta sær at missa koyrikortið.
Ein annar maður koyrdi ikki so øgiliga skjótt, tá hann varð steðgaður av løgregluni. Hansara trupulleiki var, at hann var skítfullur. Biltúrurin um fýra tíðina í leygarnáttina verður væntandi tann seinasti í longri tíð hjá manninum.
Annars varð eitt sindur av herverki gjørt í høvuðsstaðnum í nátt. Fólk hava gjørt seg inn á ein hýruvogn, eitt vindeyga og eini hús í Hoyvík hava heldur ikki fingið frið.
Annars er einki, sum fjølmiðlarnir hava áhuga fyri, at frætta, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.