Tá ið veðhald skal takast í einari ogn, til dømis í sambandi við lántøku, so skal hetta veðhalda tinglýsast.
Higartil hevur tað verið soleiðis, at eitt hálvt prosent av virðinum, sum tinglýst verður, skal gjaldast fyri tinglýsingina, men eftir uppskotinum, sum skal samtykkjast í morgin so skal hetta avgjald gerast dupult so dýrt.
Tá ið uppskotið er samtykt, so skal eitt prosent av virðinum gjaldast í tinglýsignargjaldi.
Landsstýrið sigur, at hetta verur gjørt fyri at minka um hallið hjá landskassanum. Sagt verður eisini, at tey sum eiga ognir fáa rentustuðul í so mong ár, sum tey vilja, so tað minsta er, at tey gjalda eitt sindur meira fyri tinglýsingina.
Andstøðan í fíggjarnevndini mælir frá at hækka tinglýsingargjaldið, tí tað kanns teðga góðu búskapargongdini sum er.
Tinglýsignargjladið verður ikki hækkað í sambandi við arv.