Kostar 35 krónur at eta døgurða í landsstýrinum

Tað sæst, nú kantinan í Tinganesi, har starvsfólk í landsstýrinum eta døgurða, er boðin út á Keypsportali Landsins

 

Sagt verður, at starvsfólkamatstovan í Tinganesi hevur umleið 30 vitjandi um dagin, og har er opið millum klokkan 11:45 og 13.

Í útbjóðingartilfarinum sæst eisini, at starvsfólkini í Tinganesi rinda 35 krónur fyri hvørja máltíð.

Tilboðið eigur at fevna um mánaðarliga kostnaðin at reka matstovuna, har hædd verður tikin fyri, at brúkarar rinda 35 krónur fyri hvørja máltíð, ið verður flutt veitaranum. 

Í miðal eru umleið 30 kundar um dagin, men talið er tengt av virkseminum í Tinganesi. Tí kann kundatalið vera væl lægri og nógv hægri. 

Potentielli kundaskarin er umleið 70 fólk. Veitarin eigur at tryggja, at matur er tøkur hjá starvsfólkum vanligar arbeiðsdagar. Matstovan er stongd millum jól og nýggjár.

Starvsfólkamatstovan í Tinganesi er í kjallaranum í Skansapakkhúsinum, sum er ytsta húsið á Tinganesi, har løgmaður hevur skrivstovu í erva.

 

##med2##

 

##med3##