Kostaði 1.000 krónur at vera treiskur

Løgreglan leitar eftir einum bili sum hevur rent á uttan at siga frá

Tað hevur verið nakað av fólki í býnum, men sum heild hevur tað verið friðarligt. Tað sigur vaktleiðarin hjá løgregluni í morgun.

Men heilt arbeiðsleys hava tey kortini ikki verið og í nátt góvu tey einum manni bót tí at hann ikki vildi siga løgregluni hvør hann var.

Tað einasta, fólk annars hava skyldu at upplýsa løgregluni er, hvørji tey eru, hvar tey búgva og nær tey eru fødd.

Men tað vildi ein maður ikki tá ið løgreglan legði upp í tá ið nakrir mans vóru við at fara til hendurs. Hann varð sostatt handtikin og tikin við á løgreglustøðina, og hetta treiskni kostaði honum so eina bót upp á 1.000 krónur. Og tað endaði so eisini við, at hann hann gav løgregluni teir upplýsingar, tey bóðu um.

Hinvegin er eisini væntandi, at ein maður verður skuldsettur fyri harðskap fyri at hava givið einum øðrum eitt so hart slag framman á, at ein tonn loysnaði. Tann, sum varð sligin fór á Landssjúkrahúsið til kanningar.  

Í gjár fekk løgreglan eisini boð um, at ein bilur hevur rent á bummin undir Klivunum, sum er gamli vegurin fram við Leynavatnið.

Tað er óvist, nær tað er hent, men stoyturin hevur verið harður, tí bummurin hevur fingið stóran skaða.

Samstundis lá kúfangarin, og ymiskt annað av bilinum, eftiri á vegnum. Løgreglan sigur, at helst er talan um ein reyðan bil, so er tað nakar, sum veit um ein reyðan bil, sum hevur fingið skaða nýliga, frætta tey fegin.

Í Sandoynni hevur løgreglan gjørt ferðslukanningar, har fleiri bilar eru steðgaðir, men har var einki at viðmerkja hjá nøkrum.