Kósin rikin á forsvarligum støði

? Vit høvdu eitt undirskot fyrrárið uppá 1,5 mió. kr. eftir avskrivingar og nakað tað sama í fjør, men felagið hevur verið rikið á handilsliga forsvarligum støði, sigur stjórin á Kósini, Jóhan Páll Joensen, sum leggur frá sær eftir aðalfundin hósdagin

Í tíðindaskrivi fyrr í vikuni boðaði JFK Trol frá at hava keypt meirilutan í Kósini. JFK Trol hevur keypt partapeningin frá Norðoyagrunninum, sum herfyri keypti allan partapeningin frá Jóhan Páll og Jóhan David Joensen. Tá boðaði Jóhan Páll Joensen, stjóri, eisini frá, at hann fór at leggja frá sær eftir aðalfundin nú hósdagin.


Møguleikar

Ymiskir trupulleikar hava verið um raksturin av Kósini, men nú sær út til, at ein enda verður á tí, tí í tíðindaskrivinum boðar JFK Trol frá, at felagið sær møguleikar við virkinum uppá longri sigt og hevur ætlanir um at rekonstruera felagið. Sagt verður eisini, at úrslitið hjá Kósini hevur ikki verið nøktandi seinnu árini.

Viðvíkjandi úrslitinum hjá Kósini sigur Jóhan Páll Joensen í stuttari viðmerking, at sjálvandi hevur úrslitið ikki verið nøktandi, tá ið undirskot hevur verið seinnu tvey árini eftir avskrivingar í fyrrárið 1,5 mió. kr. og nakað tað sama í fjør, men at blása tað so nógv upp er eingin grund til.


Handilsliga forsvarligt

Og viðvíkjandi orðingini í tíðindaskrivinum frá stjóranum í JFK Trol, Hanus Hansen, har sagt verður, at JFK Trol hevur keypt seg inn í Kósini við tí fyri eyga, at endurnýggja felagið á einum handilsliga forsvarligum støði, hevur stjórin í Kósini ikki nógv at siga nú áðrenn aðalfundin.

? Hatta havi eg ikki nakra viðmerking til, men skal bert siga, at Kósin hevur verið rikin á handilsliga forsvarligum støði, sigur Jóhan Páll Joensen.

Spurdur, hvat hann nú fer at taka sær til, eftir at hann hevur lagt frá sær, sigur Jóhan Páll Joensen, at hann veit ikki, men hevur góða tíð at hugsa seg um.