Monika og Ólavur hava spælt nógvar konsertir saman, bæði í Føroyum og uttanlands. Í mai í ár fara tey á konsertferð til Sveis. Hetta er aðru ferð, at tey vitja í Sveis.
Tey bæði, Monika og Ólavur, hava lagt seg eftir, at seta skránna saman, so hon hevur tónar úr tí serstaka bel canto-tíðarskeiðinum, norðurlendskar tónar eftir Grieg, William Heinesen, Jens Christian Svabo, brellbita av ungverskum Czardas og so okkurt forkunnugt úr Sveis, heimlandinum hjá Moniku
Ókeypis atgongd. Øll eru hjartaliga vælkomin.











