Kongurin í Føroya skúlabókaríki lúnast

Svar til Heðin M. Klein, stjóra á Føroya skúlabókagrunni

Skúlabókagrunnurin fær stívliga 6 milliónir krónur í stuðli, og tað er uml. 2.500 kr fyri hvørja síðu. Úrslitið fæst við at dividera síðutal upp í stuðulsupphædd. Heðin M. Klein, stjóri á Føroya Skúlabókagrunni, kallar roknistykkið fyri fúlastu útspilling í blaðsøgu landsins.

Fríggjadagin 04 juli hevur Heðin M Klein, stjóri á almenna forlagnum Føroya Skúlabókagrunni, lesarabræv í Dimmalætting og Sosialinum. Brævið skal eitast at vera svar upp á grein, undirritaði skrivaði í Fregnum 27 juni.
Av tí at hvørki høvd ella hali - bara gall og gor - er í svarinum frá Heðini M. Klein, kann tað fáa lesarar Dimmalættingar og Sosialsins at halda, at undirritaði er farin undir eina hatursferð móti føroyskum bókaútgevarum og Bókamiðsøluni. Tí fari eg at biðja um at fáa stutta útgávu av greinini endurprentaða í Dimmalætting og Sosialin saman við nøkrum viðmerkingum, so lesarin fær høvi at taka støðu sjálvur.

"Kappingaravlagandi stuðul til bókaútgávu"
Greinin æt: "Kappingaravlagandi stuðul til bókaútgávu", og hon byrjar soleiðis:
Í 2002 vóru næstan átta milliónir krónur játtaðar av tí almenna til bókaútgávu. Hetta ár høvdu føroysku bøkurnar 14191 síður. Stuðulin er tí 553,38 kr fyri hvørja síðu. (Viðm.: Tøl, ið nýtt eru sum grundarlag, eru fingin úr: Fíggjarlóg landsins fyri 2002 og úr ársfrágreiðing frá Føroya landsbókasavni 2002).
Greinin heldur fram:
Løgtingið kann samtykkja at játta stuðul til bókaútgávu í Føroyum. Grundgevingin kann eitt nú vera, at Føroyar eru so lítil marknaður fyri bókaútgávu, at neyðugt er, at vit øll við skattum okkara stuðla útgávu av føroyskum bókum. Men tann áhugaverdi spurningurin er, hvørt tað er í lagi, at hesin studningur til bókaútgávu verður veittur á ein slíkan hátt, at mismunur verður gjørdur á teimum bókum, sum koma út í Føroyum. Um so er, er studningurin kappingaravlagandi, og tað er beinleiðis í stríð við kappingarlógina. Og tað er ikki ringt at síggja, at vit her hava eitt upplagt dømi um kappingaravlagandi studning.

Hvat fáa ymsu forløgini?
Millum tey føroysku forløgini er toppskorarin Føroya Skúlabókagrunnur, sum í 2002 gav út 2495 síður. Hetta forlag fekk 5.277.000 kr í stuðli, og harumframt 776.000 til handrit til skúlabøkur. Tilsamans er studningurin til hetta forlag tí 6.053.000. Verður hetta sett í mun til útgivna síðutalið, er talan um 2426 kr. fyri hvørja síðu, sum forlagið gav út. Bókadeild Føroya Lærarafelags fær 1.100.000 kr. Forlagið gav hetta ár 4258 síður út, og er stuðulin tí 258 krónur fyri hvørja síðu. Hesi bæði forløgini hava eina heilsølu, sum eitur Bókamiðssølan. Henda fær 298.000 kr í stuðli, og svarar tað til 44 kr. fyri hvørja síðu, sum hesi forløg geva út. Hetta veksur um stuðulin til 2470 til Skúlabókagrunnin og 302 kr. til Bókadeildina fyri hvørja síðu.
Onnur forløg, sum geva út tilsamans 7.696 síður, fáa stuðul úr Mentanargrunni Føroya Løgtings. Í 2002 var hann 402.000 kr. Tann stuðul, tey fáa, er tí 52,23 kr. fyri hvørja síðu.

Hetta var greinin - so fá vóru orðini.
Lesarin fer sjálvur at meta um, um hetta er útspilling og á hvønn hátt eg havi spilt og niðrað tey, ið varða av almennu og hálvalmennu forløgunum. Hetta eru bara tøl, ið tala sítt egna mál. So og so nógv verður latið í stuðli, og so og so nógv kostar hvør síða, ið verður útgivin. Ein turrislig staðfesting. Einki annað. Lutfallið ímillum 2470 kr og 302 kr og 52 kr talar sítt egna týðiliga mál.

Ein kvalifiserað meting
Síðan verður formaðurin í felagnum ?Føroysk bókaforløg" spurdur, hvussu sleppast kann burtur úr kappingaravlagandi stuðulsskipanini.
Hann gevur okkum í stuttum hetta svar: - Tað eru tríggir møguleikar. Øll, sum geva nakað út í Føroyum, fáa eins høgan stuðul og Skúlabókagrunnurin fær, ella 2470 kr fyri hvørja síðu. Hetta hevði borið við sær, at útreiðslurnar til bókaútgávu á fíggjarlógini fóru at vera 35 milliónir krónur. Tað er ikki sannlíkt, at politikarar vilja ganga við til tað. Tí er neyðugt at taka nakað frá onkrum. Tað lættasta er sjálvandi at skera allan stuðulin burtur. Men heldur ikki er sannlíkt, at politikarar vilja tað. Gongd leið kundi verið at hildið fram við at givið stuðul við umleið somu upphædd sum í dag, men soleiðis, at henda upphædd verður javnt býtt millum forløgini alt eftir, hvussu nógv tey geva út.
- Hevði triði møguleikin verið brúktur, hevði tað lætt munandi um bókaútgávu í Føroyum. Tað hevði gjørt, at forløgini fingu meginpartin av sínum beinleiðis útreiðslum av útgávunum inn aftur beinanvegin. Vísti tað seg harumframt, at bókin fekk undirtøku, so kundu tey, sum høvdu verið við í hesum arbeiði, fingu nakað fyri tað, tey høvdu gjørt, og tað kundi elvt til, at vit fingu nakrar av teimum bókum, sum vit ikki enn hava á føroyskum.
Hetta segði formaðurin fyri bókaforløgini, og spurningurin, eg seti mær nú, er:
Er nakað forgjørt í at seta henda spurning fram?
Hevur hetta svar sett Skúlabókagrunnin í ringt ljós? Um so er, hví?
Tænir tað okkum øllum best, at slíkir møguleikar ikki verða nevndir og viðgjørdir?
Um so er, hví?
Tað er veruleiki, at summi forløg í Føroyum standa á løgtingsins fíggjarlóg og fáa stuðul til útgávuvirksemi, goymsluhøli og heilsølu.
Um so var, at hesin studningur var lítil, kundi tað kanska verið í lagi. Men talan er um heilt stórar upphæddir.
Um so var, at hesin studningur gjørdi, at vit fingu nóg mikið av bókum út í Føroyum, so kundu vit kanska sagt, at tað var í lagi. Men tað er ikki støðan. Alt ov fáar bøkur verða útgivnar í Føroyum.

Hvat gera vit við tað?
Skulu vit góðtaka, at skúlin fær ikki nóg nógv tilfar?
Skulu vit góðtaka, at føroysk skúlabørn ikki hava nóg gott føroyskt undirvísingartilfar?
Er tað víst, at henda skipanin - at eitt stórt alment forlag fær meginpartin av peninginum - er tann rætta?
Kundi tað hugsast, at vit kundu fingið nógv meira tilfar og nógv fleiri fólk drigin inn í arbeiðið við eini aðrari skipan, sum gjørdi tað gjørligt hjá øðrum forløgum at virkað?
Kundi tað hugsast, at ein liðiligari skipan eisini var dynamiskari enn ein stór, føst, almenn eind?
Tað eru spurningarnir, Fregnir leggja upp til í greinini. Og hvat er so forgjørt við tí?
Harafturat er øll greinin endurgivin nú, so ein og hvør kann meta um, um hetta er útspilling ella bara eitt mál, vit hava tikið upp, tí vit halda tað vera vert at taka fram.

Hvussu gera vit milliónir til oyru?
Heðin sigur, at tølini, vit føra fram, eru skeiv. Og tað er álvarsamt. Men so hevði verið lag á manni at víst á, hvat ið er galið. Men tað ger Heðin ikki. Standa kanska skeiv tøl í fíggjarlógini? Eru tølini, sum landsbókasavnið kemur við í bókalista sínum skeiv?
Tað eru tølini, ið brúkt eru.
Tað minsta, ið almenni stjórin má gera, er at seta røttu tølini upp, so vit vita, hvar vit hava lisið skeivt. Hesi loyndarmál heldur hann ikki vera verd at leggja fram fyri undrandi almenningin.
So er tað hansara egna roknistykki. Hann sigur okkum bara úrslitið, men ikki hvørji tøl hann nýtir til tess at koma fram til úrslitið. Men hann sigur tó eitt áhugavert - Hann tosar um upplag - hvussu stór uppløgini eru. Tað merkir, at hann tekur hvørja bók sær og roknar út, hvussu nógv hvørt eintakið fær í studningi. Og tá er lætt at fáa studningin niður. Tað er bara at prenta so nógv sum møguligt. Kanska túsundavís av bókum, sum ikki verða seldar. Um bøkurnar verða seldar ella ikki hevur einki at siga, tí tess størri upplagið er, tess minni verða útreiðslurnar fyri hvørja bók! Soleiðis kunnu vit sjálvandi seta tølini upp. Og skulu vit hava studningin at lækka niður um tey 47 oyruni, sum Heðin hevur roknað seg fram til, so er bara at prenta uppaftur størri upplag, sum síðan verða løgd á goymslu. So kunnu vit redusera studningin upp á 8 milliónir til at kalla 0 oyru fyri hvørja síðu! So lætt kann tað gerast. Ein avgerandi fortreyt er kortini, at fyritøkan er almenn og henni tørvar ikki at geva bøkur út sum skulu bera seg.
Men tað er at manipulera við tølunum og bera blak fyri eyguni á fólki - og tað veit Heðin Klein, sum gamal landsstýrismaður, væl.
Tá ið søkt verður um stuðul til eina bók, verður søkt um stuðul til fyrsta eintakið. Bókin er fyrsta eintakið. At fara at dividera alt upplagið upp í upprunatalið er burturvið. Ein bók sum telur 200 síður og fær 20.000 kr í stuðli, fær 100 kr í stuðli fyri hvørja síðu. Heðin sigur, at er upplagið 10.000 bøkur verður stuðulin 2 oyru. So fikst kann tað gerast. Tað reingir ikki veruleikan - men fær hann at kámast ógvusliga fyri eygunum á teimum, sum ikki eru í yrkinum. Tí hvør fer at leggja seg út í hvørt 2 oyra, sum tað almenna brúkar?
Men hví er tað so píniligt at leggja kortini á borðið og siga, hvussu stórar útreiðslurnar eru til hesar útgávur? Hetta er peningur, vit øll hava goldið, og sum politkararnir hava latið Heðini upp í hendur at umsita. Tað minsta er, at vit kenna tølini. Og fær Heðin ilt av tí, so ruggar ikki alt rætt.

Hvussu svarar almenni stjórin Heðin Klein?
Jú - makan til fúlheitir hevur almenni forlagsstjórin ongantíð sæð á prenti. Hetta er útspilling av fúlasta slagi. Útrokningarnar volapykk. Tølini skeivt roknað. Greinskrivarin lýgur. Blaðstjórin er spilliklútur.
Heðin M. Klein rør framundir, at Fregnir eru ikki farnar í summarfrí, men bara eru farnar (t.d. foknar, farnar á heysin). At lítið skil man vera á fyritøkuni og tí líkt.
Heðin M. Klein leggur meg undir at finnast at bókamiðsøluni, sum eg annars haldi vera eina heilt avgerandi fortreyt, skulu smá forløg klára at arbeiða. Ein stovnur sum virkar fínt, og sum eg havi fínt samstarv við. Eg segði bara, hvat Bókadeildin fekk í almennum stuðli. Tøl úr fíggjarlóg landsins fyri 2002.
Heðin M. Klein leggur meg undir at finnast at Bókadeild Føroya lærarafelags, sum er eitt framúr væl virkandi forlag við dugnaligum fólki og sum fær ómetaliga nógv burtur úr sínum pengum. Eg segði bara, hvussu nógvan stuðul BFL fekk. Tøl úr fíggjarlóg landsins fyri 2002.
Almenni stjórin Heðin M Klein lesur alt handa grugg inn í greinina, sum ikki stendur har. Gud viti hví - men tað er lítið sømiligt og beinleiðis píniligt fyri ein almennan stjóra at avdúka, hvussu smáum skóm, hann gongur í.
Eg væntaði, at Heðin fór at verja sítt kongsríki og siga okkum, hví útgávurnar hjá tí almenna forlagnum kosta so nógv, nógv meira enn bøkurnar hjá øðrum forløgum - onkur grund má vera til tess. Men hann sigur einki um evnið. Hann nevnir ikki evnið við einum orði, hóast hetta er áhugaverdur spurningur.

Frá í erva og niðureftir
Annars er áhugavert at síggja, at hann sigur, at eitt skipað skúlaverk, eisini tað føroyska, krevur eina skipaða, framhaldandi undirvísingarmiðlaútgávu. Hetta merkir, at nøkur skulu sita í erva og gera av, hvat ið skal nýtast til undirvísing, og eingin koma og taka tey av ræði. Men hetta er beinleiðis ímóti øllum tí, sum galdandi er fyri undirvísing í dag, nú lærarar saman við næmingum gera av, hvat tilfar ið nýtast skal til undirvísing.
Hetta er ein ein aveld hugsan. Eins aveld og tankin um ein Skúlabókagrunn.
Handa hugsanin hvarv í øðrum londum, tá ið kommunistisku skipanirnra fóru í knús. Stýring av hasum slagnum er langt síðan avdúkað sum tjóður og fjøtur og leinkjur, sum darva allari menning.
Forløg eru ikki almenn longur. Tey eru privat. Men av tí at føroyski marknaðurin er so lítil, má ein serlig skipan vera, sum ger, at bøkurnar eru loystar frá framleiðslukostnaði, áðrenn tær koma á marknaðin, tí bara tær fáu bera seg. Ein grunnur at søkja stuðul úr til framleiðsluna sjálva hevði eftir mínum tykki verið loysnin. Høvdu stuðulsupphæddir, ið nú verða latnar, verið loystar og lagdar í ein grunn, sum øll forløg og ikki bara summi sluppu framat, so skuldu fólk sæð, hvussu nógv meira fekst fyri peningin. Tað er mín støða.

Er núverandi skipan lýtaleys?
Vit eiga at krevja, at tilfarið til skúlarnar er á føroyskum, men hvussu stendur til í so máta?
Hava tær milliónirnar, sum á hvørjum ári verða latnar sum studningur til skúlabókaútgávu, gjørt, at vit eru rokkin fram á hetta mál?
Svarið er nei - heilt avgjørt: nei!
Kann tað hugsast, at ein onnur skipan enn tann miðstýring, vit framvegis liva undir í Føroyum, hevði verið betri?
Tað er spurningurin, ið Heðin átti at tikið upp.
Mín sannføring er: jú vit kunnu heilt víst fáa nógv meira fyri somu upphæddir. Vit kunnu um somu leið fáa fleiri bøkur á marknaðin, vit kunnu betur nøkta tørvin hjá skúlunum og fáa fleiri forløg at blóma. Fyri somu upphæddir, ið latnar verða í dag. Tað einasta, ið krevst, er, at læsingar á játtanirnar til almenn forløg verða loystar.
Ómetaliga nógvar bøkur kosta millum 40 og 80.000 kr at greiða til prentingar. Tær útreiðslurnar áttu forløgini at fingið endurgoldnar. Er bókin góð, selur hon væl. Og yvirskotið átti høvundurin at fingið. Tann góða bókin selur nógv - tann ringa selur ikki. Høvundurin at tí góðu bókini fær ein góðan kekk - hin fær einki. Soleiðis høvdu vit eisini farið undir at sáldað dumbuna frá korninum. Ein lagalig kombinatión av fríum marknaðarkreftum og einum almennum grunni, sum rindaði framleiðslukostnaðin, tí marknaðurin er so lítil.
Í almennu skipanini, sum nú er, fær høvundurin løn, áðrenn bókin er komin út. Og sama um hon er góð ella ei, um hon verður brúkt ella ei, so hevur hann (og sjálvsagt øll hini) fingið sítt. Restin ger ikki so nógv, tí tað almenna rindar. Og tað haldi eg vera skeivt. Eg kundi hugsað mær, at vit sluppu burtur úr teirri skipanini. Tað almenna fær ikki nóg nógv fyri pengarnar við hesi skipan. Haldi eg. Og tað kundi verið áhugavert at skift orð um.
Men tað heldur Heðin ikki. Hann ger, sum smásárir almennir stjórar mangan gera í hesum landi - hann leggur eftir tí, ið ger vart við málið og skýrir íkastið í kjakið fyri gor og spillu. Men hann viðger ikki evnið. Situr bara prippin og lúnutur í sínum egna kongsríki og fýsir eftir fólki, ið ganga ríkinum ov nær. Men tað sømir seg ikki almennum stjóra. Tað ber boð um vantandi stjóraevni. Tað ber boð um ómegd.