Føroya Lærarafelag hevur onga ætlan um at samráðast við kommunurnar. Føroya Lærarafelag samráðist bara við landsmyndugleikarnar.
Men Føroya Lærarafelag tilskilar sær rætt til at vísa á tað órímuliga í, at undirvísingin á teimum smærri skúlunum í Føroyum er skerd munandi av berari tvørheit.
Føroya Lærarafelag vil eisini kunna foreldrini í hesum kommunum um, at nú Føroya Kommunufelag noktar limakommununum at gjalda sína helvt fyri savnsrøktina, verður úrslitið tað, at børnini hjá teimum ikki fáa eina fullgóða undirvísing.
Formaðurin í Føroya Kommunufelag sigur, at tað snýr seg ikki um pengar, men um eitt prinsipp.
Hevur formaðurin í Føroya Kommunufelag greitt foreldrunum í kommununum frá, at tey við landsskattinum gjalda fyri, at børnini í teimum størru kommununum fáa eina nógv betur skúlagongd enn teirra egnu?
Hevur hann greitt borgarunum í kommununum í Føroya Kommunufelag frá, at tað liggur ein upphædd av pengum og bíðar eftir, at grønt ljós verður givið fyri, at fólk kunnu fara í gongd við at røkja amboð og søvn í skúlunum, sum teir, borgararnir, hava rindað nógvar pengar fyri?
Hevur hann greitt borgarunum frá, at hesi søvn og amboð nú liggja í órøkt?
Um tað bara snýr seg um eitt prinsipp, hví gevur Føroya Kommunufelag so ikki kommununum í felagnum boð um at fáa fólk uttanfyri skúlan at røkja søvnini og amboðini?
Føroya Lærarafelag veit hví. Tað er tí, at tað hevði kostað nógv meira at fingið handverkarar at gjørt hetta arbeiðið fyri tímaløn.
So verður ført fram, at kommunurnar ikki gjalda læraralønir. Tað skulu tær heldur ikki. Landið rindar lærarum løn fyri at undirvísa.
Løgreglumenn verða løntir fyri teirra arbeiði av statinum. Tey, sum arbeiða í Føroya Banka, fáa løn frá Føroya Banka o.s.fr.
Men av og á er onkur lærari, løgreglumaður ella bankamaður eisini í starvi hjá kommununum. Til dømis er onkur bygdaráðsformaður, situr í skúlastýri, í barnavernd ella okkurt annað. Tá fáa hesi fólk eina ávísa upphædd fyri hetta arbeiði alt eftir, hvussu nógvar tímar tey arbeiða hjá kommununi.
Tá kann mann ikki siga, at kommunan rindar hesum fólki løgregluløn ella læraraløn. Tá er tað løn fyri kommunalt arbeiði. Soleiðis er tað eisini, tá rindað verður fyri savnsrøkt. Hvør tað so er, sum røkir skúlans amboð, eigur hann at fáa løn fyri hetta arbeiði. Um tað er ein lærari, er tað ikki læraraløn, men løn fyri kommunalt arbeiði, hann ella hon fær.
Nakað annað er so, at skúlaverkið í kommununi, sum Jacob Vestergaard er formaður fyri, hevur ikki tað stóra av søvnum ella amboðum. Tí verður undirvísingin ikki darvað í so stóran mun, sum í hinum skúlunum, sum Føroya Kommunufelag varðar av. So Jacob Vestergaard kann sum foreldur vera líkaglaður.
Skulu næmingarnir t.d. í Vestmanna, á Toftum, í Nólsoy, á Eiði svíða fyri tað?
Føroya Lærarafelag er kunnað um, at fleiri kommunustýrir í Føroya Kommunufelag høvdu gjørt av at rinda fyri savnsrøkt á teirra skúlum eftir semjuni millum Mentamálaráðið, Føroya Lærarafelag og Kommunusamskipan Føroya.
Spell at tørvandi ábyrgdarkensla enn einaferð fekk sett fót fyri hesum.
Annars ein rættleiðing til samrøðuna við Jacob Vestergaard. Hann sigur, at Fíggjarmálastýrið betalir kt-vørðunum fyri røktina av teldunum.
Hetta er bert partvíst rætt. Føroya Lærarafelag fekk við samráðingum hildið fast við, at eitt sindur av røkt verður goldið av Fíggjarmálastýrinum, meðan bróðurparturin av tí, sum kt-vørðirnir fáa er fyri námsfrøðiligar uppgávur: vegleiðing av næmingum og lærarum. Her skal kanska úrslitið av kt-semjuni standa.
Røkt út yvir hesa tíðina, eru kommunurnar noyddar at gera uppá rokning. Tað verður dýrt!!!!