Koltur er mítt lívsverk

Tey bestu árini í lívi okkara vóru tey fimtan árini, vit búðu í Koltri. Fái eg møguleikan, kundi eg hugsað mær at flutt út aftur, sigur Bjørn Patursson, sum hevur virkað sum ráðgevi í Koltursætlanini

Hósdagin til leygardagin verða mentanardagar í Koltri í sambandi við handanina av stóru A.P. Møller-verkætlanini, og Bjørn Patursson, sum í fimtan ár sat við festinum í oynni, hevur fingið sær frí hesa vikuna úr stjórastarvi sínum á Búnaðarstovuni.
Hann er ikki limur í stýrinum fyri Koltursgrunnin, sum hevur til endamáls at varðveita antikvarisku- og siðsøguligu virðini, sum eru í Koltri. Men hann hevur virkað sum ráðgevi, hevur roynt at hjálpt til og hevur annars fylgt arbeiðinum við stórum áhuga.
Bjørn Patursson vaks upp í Kirkjubø, haðani hann altíð sá yvir á Koltur, men dreymur hansara um at búseta seg í Koltri byrjaði ikki veruliga fyrr enn í 1990, tá ið hann í eini grein í Dimmalætting las, at oyggin helst fór at verða avtoftað, tí tá flutti seinasta familjan av oynni. Tað ljóðaði tá, at til fánýtis varð roynt at fáa nýggjan festara til Koltur.
Bjørn Patursson var tá fíggjarstjóri á Mjólkarvirki Búnaðarmanna.

Koltur dró
- Vit bæði tosaðu um at royna okkum, tí Koltur var fyri okkum lokkandi og dragandi, sigur Bjørn Patursson, sum tá ongar praktiskar royndir hevði í seyða- og neytahaldi.
Tí fór hann og tók sær brævaskeið í landbúnaði.
Í Koltri var tá bara seyður. Oyggin ber 160 seyðir.
Bjørn Patursson og konan Lükka søktu um festið, men tá vóru fleiri umsøkjarar.
Tey fingu tó festið.

Settu húsini í stand
Húsini í Koltri vóru í so ringum standi, at har ikki var búgvandi. Tey sleppu tí undan bústaðarskylduni í tvey ár, sum tey brúktu til at seta húsini í stand. Til tað arbeiðið fingu tey hjálp frá fleiri góðum vinum.
Á mikkjalsmessu í 1993 fingu tey boðini, at tey fingu festið 1. januar 2004.
Á vári 1997 bar til hjá teimum at búgva burturav í Koltri.
Tey áttu tá tvær hálvvaksnar gentur.
- Vit gjørdu tað øvugta av tí, sum onnur hava gjørt. Tað vanliga er, at børnini flyta heimanifrá. Vit fluttu heimanifrá, og genturnar vórðu verandi hjá familju á meginlandinum.

Óvissa
Bjørn og Lükka Patursson búðu fast í Koltri líka til 2009, tí tá var óvissan um framtíðina hjá Koltri so stór, at Bjørn sannaði, at hann var noyddur at finna sær annað arbeiði.
- Eg væntaði mær ikki at fáa starvið, men tað fekk eg, og í tí arbeiðinum havi eg trivist og trívist framvegis væl í.
Hann sær aftur á árini í Koltri sum tey bestu í hansara vaksna lívi. Koltur metir hann sum sítt lívsverk.
Bjørn Patursson hevur mangan fingið spurningin, um tað ikki var einsligt at búgva bara tvey fólk í Koltri.
- Nei, har var á ongan hátt einsligt at vera so tætt upp at náttúruni. Eg plagi at siga, at tey árini sá eg nógv meira til míni vinfólk, enn tá ið eg havi búð á meginøkinum. Vit vóru eisini í Koltri við okkara fría vilja.

Stór uppgáva
Tað var frammi, at áleggjast skuldi festaranum at røkja og hava ábyrgd av fornminnunum.
- Alt gott um tað, men tað var ein ómetaliga stór uppgáva, tí varðveitslan skuldi sjálvandi takast í álvara.
Tey settu sær fyri at royna at røkja uppgávuna sum frægast, men uppgávan fylti nógv, tí samanlagt snúði tað seg um at halda 25 hús.
Um aldaskiftið fingu tey í Koltri vitjan av umboði frá Carlsberggrunninum, sum játtaði at lata tvær milliónir krónur til at seta húsini Heima í Húsi í stand fyri.
Men so kom mótstøða, og tær báðar milliónirnar vóru mistar.

Gott arbeiði
Í 2003 varð Koltursgrunnurin stovnsettur av góðum fólki, og grunnurin fekk 200.000 krónur í stovnsfræi frá Jarðargrunninum.
Bjørn Patursson sigur, at tey í Koltursgrunninum hava gjørt eitt gott arbeiði, og hetta arbeiðið hevur verið ólønt. Ikki eitt oyra er farið til fyrisiting.
Søkt varð um pening úr ymsum grunnum, og gleðin var stór, tá ið A. P. Møller í 2008 kom við meira enn fimm milliónum krónum.
Tað var ein trupulleiki, tá ið tað almenna kravdi mvg av hesi gávuni. Í 2009 varð mvg rindað fyri at kunna sleppa í gongd við fornfrøðiligum kanningum og øðrum. Í 2010 kom lógin um endurrindan av mvg, og tá var sloppið, men grunnurin hevur ikki fingið upphæddina aftur fyri 2009.

Ásettu dagin í fjør
Í fjør var ligið so væl við arbeiðinum, at tey í grunninum tordu at seta dag fyri, nær ætlanin skuldi handast, og dagurin varð settur til 22. juni í ár.
Tað hava arbeitt millum tveir og átta handverkarar í Koltri alla tíðina.
Bjørn segði festið frá sær í 2009, men Lükka hevur búð har alla tíðina.
Í 2009 tók dóttir teirra við festinum fyri tvey ár, men tey søgdu tað frá sær aftur, áðrenn tíðin var úti. Hetta var bæði tí tey høvdu smábørn, og tí landbúnaðurin kom at vera minsti parturin av arbeiðinum í Koltri.
Tá ið Bjørn hevði festið, vóru beinini trý, seyðahald, neytahald og ferðavinna.
Ein felagsskapur, sum nevnist Koltursvinir, royndi at hjálpa og stuðla henni.
Bjørn Patursson fekk tíðliga varhugan av, at tað neyvan vóru tey, sum skuldu taka yvir.
- Eg hálvavegna sagaði sjálvur greinina, eg sat á.

Óvanligt festi
Koltur verður í framtíðini ikki nakað vanligt festi.
Bjørn Patursson væntar, at tað verður eitt tjóðarfesti.
- Men tað er púra vist, at onkur má búgva har, tí tað verður so nógv at røkja.
Ætlanin við Koltri er at varðveita fornminnini og alt siðsøguligt annars, at eitt øki skal friðast fyri husdjór og at varðveita føroysk húsdjór í oynni.
- Um nakar møguleiki verður fyri tí, er eingin ivi um, at eg kundi hugsað mær at búð fast aftur í Koltri. Men eg ikki kenni treytirnar, og eg skal ikki verða nøkur forðing hjá øðum, sum kundu havt áhuga, sigur Bjørn Patursson.

Neytini farin
Meðan hann hevði festið í Koltri, fekk hann sær nøkur skotsk fjallaneyt. Tey hóska ikki inn í ætlanina við Koltri, men neytini eru til í Føroyum enn og ganga í Kirkjubø og í Gásadali.
Bjørn Patursson sigur, at landsstýrismaðurin Jacob Vestergaard hevur verið ein eldsál í arbeiðinum, og hann er spentur, hvat landsstýrismaðurin fer at siga fríggjadagin.