Tað er vælkent fyri tey flestu, at ov høgt kolesteroltal er vandamikið. Tað kann millum annað elva til blóðtøppar. Men nú vísir ein nýggj kanning gjørt í Danmark, at bæði ov lágt og ov høgt kolesteroltal sannlíkt eisini ávirkar immunverjuna og økir um vandan fyri infektiónssjúkum. Tað skrivar videnskab.dk í dag.
- Hetta eru púra nýggj tíðindi, sigur Børge Norestgaard, kliniskur professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og yvirlækni á sjúkrahúsunum í Herlev og Gentofte, sambært donsku heimasíðuni. Hann er ein av granskarunum og høvundunum í nýggju kanningini.
HDL kolesterol hevur verið so mikið tætt knýtt at hjartasjúkum, at næstan øll gransking um kolesterol hevur verið gjørd innan hetta økið. Men granskararnir handan nýggju kanningina halda, at nú skal ein hugburðsbroyting til.
- Granskarar hava eftir mínum tykki havt fokus skeiva stað, sigur Børge Nordestgaarg við Videnskab.dk.
Kanningin er útgivin í European Heart Journal, og er grundað á kunning frá áleið 100.000 danskarum. Granskararnir funnu fram til, at:
- 21 prosent av teimum spurdu høvdu ov lágt HDL kolesterol. 8 prosent høvdu ov høgt.
- Báðir bólkar høvdu oftari infektiónssjúkur enn tey, sum høvdu eitt hóskandi HDL kolesterol tal.
Granskararnir halda, at hetta gevur ábendingar um, at tað er ein samanhangur millum HDL kolesterol og immunverjuna. Sama kanning hugdi eisini eftir samanhanginum millum kolesteroltalið og deyðstýttleika av infektiónssjúkum.
Her vísti kanningin, at sjúklingar við høgum og lágum kolesterol talið, vóru í størri vanda fyri at doyggja av infektiónssjúkum sum til dømis lungabruna, skrivar videnskab.dk. Tó siga granskararnir seg ikki kunna staðfesta, at tað er ein beinleiðis orsøk til, at hesi bæði tingini hanga saman. Staðfestast kann einans, at samanhangur er millum tølini, um enn orsøkin er ógreið.
Granskararnir handan kanningina siga sambært videnskab.fo, at nú ræður um at fara víðari við kanningararbeiðnum fyri at finna fram til orsøkir til, at samanhangur er millum tølini.