Kolandi stormur - bingja fokin í bátahylin í Vági

Tað er fitt av vindi kring landið, men løgreglan hevur kortini ikki fingið boð um nakrar skaðar. Men tað eru summi støð, har tað er vindharðari enn aðrastaðni og hetta er eitt dømi um, hvussu lokalt veðrið kann vera. 

 

Í miðbýnum í Vági verður ikki sagt frá serliga nógvum vindi, men beint hinumegin fjørðin, á Oyrunum, har Pálshøll, Marghøllin og nakrir vinnubygningar eru, hevur verið kolandi stormur við hørðum hvirlum.

Og tann eina hvirlan var so hørð, at hon tók eina 40 fót bingju við sær, og hon endaði í bárahylinum. Tey siga har suðuri frá, at bingjan hevur rakt tveir bátar, har annar fór til botns og hin stendur upp eftir enda. Tað er framvegis nógvur vindur, men nú verður roynt at fáa bingjuna upp aftur við kranabili

 

Niðanfyri eru nakrar myndir av bingjuni, har hon liggur í bátahylinum