Matstovan Koks, sum heldur til frammi við Gjónna, hevur í dag vunnið heiðurin »The Nordic Prize«, sum er ársins matstova í Norðurlondum.
Koks kappaðist við fremstu matstovur í Norðurlondum so sum
Ren-aa, Stavanger (sum hevur eina Michellin-stjørnu)
Hotell Borgholm, Øland (sum hevur eina Michellin-stjørnu)
Babette, Vordingborg
og Grön, Helsinki (sum hevur eina Michellin-stjørnu)
Galladøgurðin, har heiðrslønin varð latin, var á matstovuni Tree-Top í Vejle í Danmark á middegi í dag.
Hesi hava fyrr vunnið heiðurin:
Noma, Geranium, Henne Kirkeby Kro, Maaemo, Mathias Dahlgren, Koks ( í 2015) og Sabi Omakase.