Köln: Fleiri tilflytarar álopnir sunnudagin

Løgreglan vil tó ikki knýta nýggju álopini saman við álopini á nýggjárinum.

Heimsins eygu hava seinastu dagarnar verið vend móti týska býnum Köln, aftaná at fleiri menn við uppruna úr Miðeystri og Norðurafrika á nýggjárinum gjørdu seg inn á eitt hópatal av kvinnum.


Nógv kjak hevur staðist kring alt Evropa um hendingina, og tónin móti flóttafólkum tykist at verða herdur av álopunum.


Í dag skrivar týska blaðið Frankfurter Allgemeine, at fleiri fólk við útlendskari útsjónd vórðu álopin í Köln um vikuskiftið.


Sunnudagin legðist ein bólkur við tjúgu fólkum á seks pakistanarar nærhendis eini tokstøð í býnum. Tveir persónar vórðu fluttir á sjúkrahúsið aftaná álopið.


Eina løtu seinni varð ein maður av sýriskum uppruna álopin í somu gøta.


Løgreglan ynskir tó ikki at knýta álopini við álopini á nýggjárinum.


Enn hevur løgreglan ikki fingið greiðu á øllum, ið hendi á nýggjárinum, men upplýst verður, at løgreglan hevur fingið 516 fráboðanir um álop á nýggjárinum. 40 prosent av teimum eru fráboðanir um kynslig álop.


Týski løgmálaráðharrin, Heiko Maas, ivast ikki í, at álopini vórðu lagt til rættis frammanundan.


- Tá slík harkalið samla seg at fremja lógarbrot, so ber tað brá av, at tað onkursvegna er lagt til rættis frammanundan. Eingin kann fortelja mær, at tað ikki var samskipað ella lagt til rættis, sigur løgmálaráðharrin við Bild.