Klokkur markeraðu Hillsborough

Klokkur ringdu 96 ferðir um alt Merseyside at markera 25 ára dagin fyri Hillsborough vanlukkuni.

Klokkur ringdu 96 ferðir um alt Merseyside at markera 25 ára dagin fyri Hillsborough vanlukkuni.

 

Klokkurnar í Anglican Cathedral í Liverpool, Liverpool Town Hall og í kirkjum í Merseyside, kimaðu klokkan 15,06, meðan ein ein minutt tøgn var hildin.

 

Hetta til minnis um løtuna, tá hálvfinalan í FA Cup'ini hjá Liverpool í Sheffield steðgaði, 15. apríl 1989, eftir at áskoðaraplássini góvu eftir, og tað førdi til, at 96 áskoðarar mistu lívið.

 

Minnisstund fyri hesar 96 áskoðararnar varð hildin í dag, ein minnisstund, har eisini Liverpool venjarin, Brendan Rodgers luttók.

 

96 sitipláss vórðu tóm, øll prýdd við hálsturrukløðum.

 

Ein av teimum, sum mistu lívið, var 28 ára gamli Alan McGlone, og dóttir hansara, Claire, segði:

 

- Tú ert greið yvir, at tú tekur lut í minnisløtuni, og at tú ert ikki einsamøll!

 

Í Sheffield, í býarkatedralinum, vórðu tveir minuttir tøgn klokkan 15.07 fyri at markera tíðina, tá dysturin var avblástur.

 

Hóast 25 ár eru gingin síðan vanlukkuna, er hendingin langt frá gloymd, hon situr føst í minninum, sjálvt hjá teimum, sum ikki vóru fødd tá.