Nógv arbeiði er í løtuni við gamla kirkjugarðin í Havn. Á Býráðnum siga tey, at hetta arbeiðið er ein liður í ætlanini at reinsa Vestaruvág. Allar kloakkleiðirnar verða gravaðar upp og verða samlaðar í einari høvuðskloakk, sum gongur oman í Havnarvág.
Nýggj gongubreyt verður eisini gjørd í økinum. Streymleiðir og telefonleidningar verða eisini gjørdir.