Aftur í nátt hevur løgreglan verið úti og klipt plátur á bilum, sum ikki hava goldið vegskatt ella trygging.
Hesa ferð vóru teir aftur í Norðurøkinum, og av løgreglustøðini verður sagt at tveir bilar í bygdum í Eysturoynni mistu pláturnar í nátt. Løgreglan var og klipti plátur í sama øki fyri trimum vikum síðani, tá kliptu teir 16 pør av plátum.
Tað er Akstovan, sum ber løgregluni boð um, hvørjar plátur skulu klippast. Somuleiðis er tað Akstovan, sum má boða løgregluni frá, at viðurskiftini eru komin í rættlag, um løgreglan skal lata vera við at klippa pláturnar.










