Klárt at byggja stórhøllina í Hoyvík

Vænta at hava fígging til stórhøllina klára í var.

Tað sigur Tummas Justinussen, vinnulívsmaður í Havn, sum saman øðrum vinnulívsmanni, Niels Mortensen, hevur átikið sær vegna Tórshavnar kommunu at savna pening til høllini, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Tummas Justinussen sigur við Kringvarpið, at arbeiðið gongur væl.

Fyrispurningar eru sendir grunnum og privatum íleggjarum, bæði her heima og uttanlands.

Og teir vænta at fáa svar í vár.

Tórshavnar kommuna hevur játtað 109 milliónir. Fólkatingið hevur játta 30 milliónir, og Løgtingið hevur játta 5 milliónir krónur. Soleiðis eru 144 milliónir krónur longu klárar, og so vanta »bara« 83 milliónir krónur í til at verkætlanin hongur saman.

Roknað verður við, at tað tekur umleið 20 mánaðir at byggja stórhøllina.