Tá Poul Michelsen kom aftur av ráðharravitjan í Japan hevði hann eina gávu við sær frá býráðnum í Taiji til vinarbýin Klaksvík.
Talan var um siðbundnar japanskar knívar at flensa við og heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu sigur, at har vóru knívar bæði til kommununa og Grindamannafelagið.
19. januar skrivaðu Klaksvíkar kommuna og Taiji undir eina vinarbýaavtalu, hóast Jógvan Skorheim í august segði við in.fo, at hann ikki dugdi at síggja, hvussu ein slík avtala skuldi gagna Klaksvíkar kommunu.
- Vit hava ongar ætlanir um at verða vinabýur við Taiji í Japan. Eg veit, at talan er um ein umstríddan bý. Men talan er um ógvuliga lítlan bý og vit duga ikki, hvussu eitt slíkt vinabýarsamstarv fer at gagna okkum í Klaksvík. Har er neyvan nakar marknaður fyri føroyskar fiskavørur, segði hann við in.fo tá.
Les eisini Tiltikin býur í Japan vil knýta bond við Klaksvík
Sìðani er tó vent í holuni. Umboð úr Taiji, teirra millum borgarstjórin, hava fleiri ferðir verið í Klaksvík, meðan Jógvan Skorheim eisini hevur vitjað yvir í Japan. 19. januar undirskrivaðu býirnir báðir so vinabýaavtaluna.
Nú Poul Michelsen kom aftur frá vitjan síni í Japan, har hann eisini hevði hitt borgarstjóran í Taiji, hevði hann sostatt eina gávu við sær frá borgarstjóranum.
Farið verður nú undir eina samráðingartilgongd um fríhandilsavtalu millum Føroyar og Japan, og sambært Klaksvíkar kommunu er tað júst góða sambandið millum Klaksvík og Taiji, sum nú hevur slóðað fyri hesum møguleikanum.