Klæmint hevur besta málsnittið og styttstu tíð at skjóta 10 mál

Hagtølini staðfesta eisini bragdið Klæmint A. Olsen hevur framt á landsliðnum

Ígjár skrivaði Klæmint A. Olsen enn einaferð føroyska fótbóltssøgu við at javna málmetið hjá Rógva Jacobsen. Teir hava nú báðir skotið 10 mál fyri føroyska landsliðið.

 

Komandi ár fær Klæmint vónandi høvið í venjingardystum og Nations League Deild C dystum at eiga málmetið einsamallur.

 

Klæmint eigur sum er eisini tað besta málsnittið á føroyska landsliðnum saman við Una Arge. 

 

Rógvi Jacobsen skoraði tey málini í 53 landsdystum, ið er eitt snitt uppá 0,19 mál. Klæmint hevur skorað síni 10 mál uppá 45 landsdystir, ið er eitt snitt uppá 0,22 mál.

 

Uni Arge skoraði átta landsliðsmál í 37 landsdystum, ið eisini er eitt snitt uppá 0,22 mál.

 

Todi Jónsson skoraði níggju landsliðsmál í 45 landsdystum, ið er eitt snitt uppá 0,2 mál.

 

Av øðrum spælarum sum leika á landsliðnum nú á døgum hevur Jóan Símun Edmundsson eitt málsnitt uppá 0,1, Hallur Hansson hevur 0,08 og Brandur Hendriksson hevur 0,12. 

 

Tað gingu tvey ár, fimm mánaðir og átta dagar frá tí Klæmint skoraði sítt fyrsta landsliðsmál móti Spania 7. juni í 2019 til 10. málið, ið hann skoraði móti Ísrael ígjár.

 

Tað gingu fimm ár, níggju mánaðir og 11 dagar frá fyrsta landsliðsmálinum hjá Rógva Jacobsen móti Pólandi 10. februar í 2002 til 10. málið, ið hann skoraði móti Italia í Modena 21. november í 2007.