Føroyar hava verið greitt omaná suðuri í Andorra, har Føroyar spæla fótbóltslandsdyst nummar 200, síðani Føroyar fyri 32 árum síðani vóru partur av altjóða fótbóltsfamiljuni.
Føroyska yvirvágin bar 1-0 leiðslu við sær í 31. minutti. Føroyski liðformaðurin Hallur Hansson sneiddi seg snilt leysan og streyk síðani til baklinjuni, og tá ið hann legði flatt innfyri, var Klæmint A. Olsen, sum hevði tamt bóltin aftur til Hall, fyrstur á, og við hælinum og í besta Ole Madsen stíli stýrdi hann bóltin dygst inn við nærra stólpa og í málið.
Klæmint A. Olsen skoraði eisini 1-0 málið, tá ið Føroyar hóskvøldið vunnu 3-2 á heimavølli ímóti Malta.