Kløkkur av Capello

Enski landsliðsvenjarin í fótbólti, Fabio Capello, er ein harður hundur, og summir spælarar vóru ovfarnir av hansara venjingum fyrstu tíðina. - Hann var óhugnaligur á fyrsta venjingardegnum. Hann steðgaði allatíðina spælinum og flutti spælarar fysiskt, so teir stóðu á rætta staðið. Tað var ræðandi, sigru Wayne Rooney. Úrslitið hava verið góð hjá enska landsliðnum, síðani Capello tók við sum venjari.