Kjartan fekk sín fyrsta sigur við Bækkelaget

Kjartan fekk spælitíð og skoraði mál í dag eftir ein skaðasteðg

Undan hesum kappingarárinum skifti Kjartan Johansen frá Viking Stavanger í næstbestu norsku hondbóltsdeildini til Bækkelaget í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Tey fyrstu umførini av kappingini hevur Kjartan sitið uttanfyri við skaða, men í dag var Kjartan á vøllinum.

 

Kjartan skoraði eitt mál og legði upp til trý onnur mál, tá Bækkelaget vann ein tryggan 33-26 sigur á Sandnes á útivølli.

 

Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Sandnes á odda 13-12. Í seinna hálvleiki var Bækkelaget greitt omaná, og vann at enda trygt 33-26.

 

Bækkelaget er á einum sjeynda plássi í deildini við fýra stigum fyri fýra dystir. 

 

Komandi sunnudag verður føroyingauppgerð, tá Bækkelaget á heimavølli tekur móti Kristiansand á heimavølli. Pauli Mittún og Helgi H. Hoydal er á liðnum hjá Kristiansand.