Hann legði at á OyrareingJum, har løgreglan hevði sperrað av økið, og har bingjur vórðu settar framman fyri bryggjukantin, har báturin liggur.
Sambært uttanríkisráðnum er um fyrsta kjarnorkurikna far, sum kemur í føroyska havn.
Kavbáturin hevur treytað diplomatiskt loyvi frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum at koma í føroyskt sjóumveldi og í havn í Føroyum. Millum annað skal farið ikki hava sonevnd CBRN-vápn umborð, umframt at serligar treytir skulu lúkast í sambandi við, at talan er um eitt kjarnorkurikið far. Av somu orsøk eru ávís tilbúgvingaratlit tikin í sambandi við vitjanina.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur ráðført seg við løgtingsins uttanlandsnevnd um avgerðina at lata treytað diplomatiskt loyvi til flotavitjanina í næstu viku.
Í sambandi við vitjanina kemur amerikanski sendiharrin í Danmark, Alan Leventhal, eisini til Føroya.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##