Kjakfundur um atkomuviðurskifti

Í kvøld klokkan 19 verður kjakfundur í Miðlahúsinum í Vágsbotni um atkomuviðurskifti Tað er Ráðið fyri Brekað, sum skipar fyri, og fundurin tekur støði í atkomu fyri øll og í reglunum, sum Innlendismálaráðið arbeiðir við at seta í gildi í hesum sambandi.

Rørslutarnað hava í nógv ár ynskt, at bygningar og landsløg vórðu bygd soleiðis, at hædd verður tikin fyri koyristólum. Nú sær so út til, at hesi ynski fara at gerast veruleiki.

Endamálið við kjakfundinum í kvøld er at fáa eitt gevandi orðaskifti og at venda spurninginum um, hví allir borgarar í okkara samfelag ikki kunnu luttaka á jøvnum føti.

Ráðið fyri Brekað ynskir at varpa ljós á politisku ætlaninar, arkitektoniska sjónarhornið, frákomu og brunaumsjón, eins og á gongdina við at fáa regluverk sett í verk. Eisini verður ljós varpað á persónligar royndir hjá rørslutarnaðum.

Á kjakfundinum luttaka Annika Olsen, landsstýriskvinna, Svend Sivertsen, arkitektur, Petur Lava Olsen, stjóri, Hans Jacob Heinesen, skrivstovumaður og Elsa Østergaard, løgfrøðingur.

Orðstýrari verður Rigmor Dam, ið starvast sum journalistur á Sosialinum.