Hetta verður longu tólvta ferðin hesin túrur verður runnin. Fólk hava tikið sera væl undir við hugskotinum. Tí er avgjørt at skipa fyri túrinum aftur jólaaftan 2019.
Sum forsøgnin sær út í løtuni, so verður sera gott renniveður, boðar Treysti frá á heimasíðuni. Mestsum stilli og eitt sindur køli, men ongin kavi.
Runnið verður frá Kunoyar Kirkju til Christianskirkjuna. Teinurin er 11,7 km. Talan er um ein hugnaligan rennitúr og als ikki um eina rennikapping.
Um onkur ætlar at renna styttri og ikki dámar at renna gjøgnum tunnilin, so ber til at byrja uttanfyri tunnilsmunnan í Haraldsundi. Tann teinurin er 6,2 kilometrar.
Byrjað verður frá kirkjuni í Kunoy umleið klokkan 9.30, soleiðis at øll hava góða tíð til at vera heima aftur áðrenn døgverða. Eftir renningina bjóðar Treysti til morgunmat hjá Amarant í Klingrugarði, har allir luttakarar er vælkomnir at fáa sær ein bita og renniprát, áðrenn farið verður heim at stákast víðari til jóla.
Luttakararnir verða bidnir um at møta við Badmintonhøllina, har bussurin koyrir frá klokkan 8.45. Øll eru vælkomin at luttaka. Minnist til endurskinsvest og pannulyktina, verður sagt á heimasíðuni.
Kirkjurenning er eisini í Havn í morgin.