Danmark: - Næstu ferð ein danskur biskupur skal veljast, eigur ein at flyta atkvøðurnar frá kirkjuráðum og prestum og flyta tær til allar limirnar í Fólkakirkjuni.
Tað heldur í øllum førum Viggo Mortensen, sum er professari í systematiskari teologi við Aarhus Universitet.
Sambært Kristelig Dagblad er hann sera hugaður fyri hesi skipanini, sum eina roynd við beinleiðis fólkaræði í Fólkakirkjuni, hóast eitt líknandi uppskot frá Nýggju Alliansuni ikki fekk politiskan meiriluta herfyri.
- Ein átti at roynt við fólkavaldum biskupum í einum tíðarskeiði. Trý tey næstu biskupavalini kundu verið løgd út til teir vanligu limirnar í Fólkakirkjuni, og so kann ein altíð eftirmeta, skjýtur Viggo Mortensen upp.
Ávirkan
Bakgrundin fyri uppskotinum er at hetta fer at geva fleiri nýggjar møguleikar fyri at mobilisera og engagera limirnar í kirkjuni. Religiónssosiologurin Lene Kühle stuðlar uppskotinum:
- Við teirri ávirkanini, sum kemur burturúr, tá ein greiðir atkvøðu, kemur oftast ein áhugi og eitt engagement. Ein kann bert vóna, at tað í størri mun verður “okkara kirkja”, tá fólk vita, hvat biskupurin stendur fyri, og hevur eina ímynd av, hvagar Fólkakirkjan er á veg, sigur hon.
Tær politisku viðmerkingarnar til uppskotið frá Viggo Mortensen eru sum vera man ymiskar: Onkur heldur, at hetta fer at geva fólki størri ávirkan, meðan onnur meta, at tað altíð verða fleiri hugsanir, enn hvat ein kann útinna í verki.
- Eg trúgvi ikki, at teir vanligu limirnir í Fólkakirkjuni eru áhugaðir í hesi ávirkanini. Ein er kanska sinnaður at sita í einum kirkjuráði, men eg fari at pástanda, at ein fær eina sera lága valluttøku við eitt slíkt biskupaval, sigur Finn Frandsen, sum er professari í samskifti við Handilsháskúlan í Århus.