Byrjað verður í kvøld við fyrilestri eftir Jákup Reinert Hansen, har hann fer at røða um Jákup Dahl undir heitinum “Havið sang yvir mær vøgguljóð”.
Í næstu viku fer Martin Restorff Jacobsen at greiða frá um ápostolsku fedrarnar. Seinni verður fyrilestur við Ingu P. Dam um kirkjuna í 2007 og við David Johannesen sum tosar um trúbótina í søguligum atliti.
Fyrilestrarnir verða í kirkjuni og byrja kl. 20.