Helena Dam á Neystabø heldur, at kunngerðin sum loyvir prestum at nokta at endurgifta fólk, eigur at verða tikin av. Men hon heldur, at initiativið eigur at koma frá fólkakirkjuni, sigur hon.
Tá ið Løgtingið gjørdi av at yvirtaka fólkakirkjuna, varð breið politisk semja um, at politiski myndugleikin skuldi varða seg fyri at leggja seg út í »innaru viðurskifti kirkjunnar« ? mál av tílíkum slag skuldu avgreiðast í demokratisku skipan fólkakirkjunnar í samstarvi við politiska myndugleikan. Tað var tann greiði politiski boðskapurin.
- Eg meti, at málið um prestarnar, ið sýta fyri at víga hjún har annar ella bæði eru fráskild, hoyrir til hetta slag av málum. Prestar hava í dag sambært einari kunngerð í hjúnabandslógini frá 2002 rætt til at siga nei til at víga fráskild - av samvitskuávum. Men fólkakirkjuni er álagt at veita øllum limum í fólkakirkjuni tænastur ? eitt nú vígslu, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon vísir á, at tí kann ongin koma í ta støðu, ikki at kunna giftast upp aftur av presti og í kirkju.
- Eg haldi ikki, at hetta er ein tíðarhóskandi regla. Og eg vóni tí, at orðaskiftið, sum nú hevur tikið seg upp, fer at ávirka kirkjuligu myndugleikarnar og ikki minst kirkjuliðini í fólkakirkjuni soleiðis, at henda regla fer at verða broytt, á sama hátt, sum tað eydnaðist at fáa undirtøku fyri, at kvinnur eru eins góðir og virðiligir prestar og menn, sigur landsstýriskvinnan sum varðar av Fólkakirkjuni.
Hon sigur víðari, at Fólkakirkjan átti at verið eitt so tolsamt og opið forum sum møguligt.
- Eg hugsi, at tað bert kann skaða undirtøku kirkjunnar at smalka kirkjuna og at hækka gáttina. Eg viðurkenni hinvegin eisini, at tolsemi gongur báðar vegir, og at somu sjónarmið, sum nevndu prestar hava, eru umboðað í kirkjufólkinum. Tað er sostatt ikki eitt nýtt rák, men ein gomul siðvenja, at summir prestar ikki vilja endurgifta fólk. Tí er málið ikki so einfalt sum bara at taka av eina, í mínum hugaheimi, ótíðarhóskandi kunngerð, sigur Helena Dam á Neystabø.
- Sjálvsagt umhugsi eg, um vit skulu broyta lógarverkið ? Men skal ein broyting henda, so skal initiativið koma frá fólkakirkjuni sjálvari. Tí løgtingið hevur lagt stóran dent á, at tað var ein fólkakirkja, sum varð yvirtikin, og ikki ein statskirkja.
Kirkjufólkið hevur ábyrgd av at taka stig til hesa broyting, og kirkjan og kirkjufólkið hevur sjálvstøðugar demokratiska skipanir sum tryggja, at hetta ber til, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon vísir á, at við næstseinasta kirkjuráðsval sóu vit dømi um, at kirkjufólkið av álvara gjørdi vart við sína áskoðan og sína ónøgd í sambandi við at tað eisini eru prestar, ið ikki vilja samstarva við kvinnuligar prestar. Á sama hátt, og við almennum orðaskifti ber til at ávirka støðuna í hesum føri, heldur hon.
- At politiski myndugleikin skúgvar kirkjuliga myndugleikan til viks loysir neyvan nakað vandamál. Tvørturímóti, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna