Í morgin – tann 28 februar – letur flytingarvindeygað í kinesiskum fótbólti aftur, og sambært donskum miðlum, kann ein danskur landsliðsleikari gott enda í kinesiskum fótbólti hetta kappingarárið.
Ekstra Blaðið skrivar í øllum førum, at kinesiska stórfelagið, Beijing Guoan, hevur sett seg í samband við Rosenborg, um at keypa Nicklas Bendter leysan úr felagnum. Sambært Ekstra Blaðnum, er Beijing Guoan, sinnað at rinda nógvar pengar fyri danska áleyparan.
Keldur, sum eru nær við Nicklas Bendtner, vísa tó aftur, at danski framherjin kann enda í kinesiskum fótbólti. Har verður sagt, at Nicklas Bendtner, gjarna vil sleppa til HM í Russlandi í summar, og at eitt skifti til kinesiskan fótbólt, ikki kemur at hjálpa uppá teir møguleikarnar.
Nicklas Bendtner spældi farna kappingarár við Rosenborg, har hann gjørdist toppskjútti í norsku deildini, og har Rosenborg vann meistaraheitið.