Kinesarar taka beinini undan norskum fiskavirkjum

Kinesarar keypa fisk úr Noregi, hagreiða hann og senda hann aftur á evropeiska marknaðin

Tað lága lønarlagið í Kina er vorðið ein álvarssom hóttan fyri norsku flakavirkini.
Seinastu árini hava kinesarar keypt heilfrystan tosk úr Noregi til virkingar, og í ár hevur hesin handil rættiliga vundið upp á seg. Síðani á nýggjárinum hava kinesarar keypt fimm ferðir so nógvan frystan tosk úr Noregi sum í sama tíðarskeiði í fjør.
Kinesarar skera fiskin og senda síðani flakið á evropeiska marknaðin, og hesin handil er nú vorðin ein verulig hóttan fyri norsku flakavinnuna. Orsøkin er tann lága lønin í Kina, sum ger, at eitt kilo av kinesiskum flaki er umleið fimm krónur bíligari enn eitt kilo av norskum flaki, hóast talan er um sama fisk.
Hesin stóri prísmunurin ger, at norska flakið hevur ongan møguleika at kappast við tað kinesiska, og hetta hevur havt við sær, at higartil í ár eru 20 norsk flakavirkir farin á húsagang.
Hildið verður, at skulu norsku virkini gera sær vónir um at standa seg í kappingini, noyðast tey at leggja seg eftir betri góðsku.