Tað legst afturat við "kendum" fólki, ið stuðla ætlanini at seta á stovn eitt føroyskt Fountain House.
Kenda røddin úr Toto, Bobby Kimball, nýtti høvið at senda eina heilsan til politikarar og føroyingar annars. Kimball var sum kunnugt konsert-aktuellur í høvuðsstaðnum um vikuskiftið.
Sum eina roynd at varpa ljós á týdningin av einum føroyskum Fountain House hava stigtakararnir valt at biðja meira og minni kend fólk um at vísa sín stuðul til átakið. Ein av teimum kendastu í somáta man vera gamli Toto-sangarin.
Til ber at síggja heilsanina frá Bobby Kimball her: