Kim Larsen og hansara menn fyltu Norðurlandahúsið við fólki, góðum hýri og einum góðum blandi av nostalgi og nýggjari tónum
Stóri salurin í Norðurlandahúsinum var á tremur við vælhýrdum áskoðarum eitt heilt vanligt týskvøld. Hetta ljóðar næstan ótrúligt. Men í kvøld var hetta veruleiki, tá Kim Larsen og hansara vælupplagdi bólkur spældi ta fyrstu av trimum útseldum konsertum í Føroya besta konsertstað.
Miðalaldurin á hesi konsertini var munandi hægri, enn hann vanliga er á rokkkonsertum, og hetta setti sín dám á fjøldina, ið heldur valdi at vagga friðsælt við, enn at hoppa og dansa. Misskil meg ikki - Lagið var gott, og við góðari orsøk, tí Kim Larsen og bólkur hansara komu serstakliga væl frá framførsluni, ið nøktaði bæði nostalgi og hugin til nýhugsan.
Frá fyrstu tónunum av Mig og mine venner til seinasta eykalagið Stille i Verden var av, tyktiskt konsertin sum ein samanhangandi heild, ið gjørdi hendan ummælaran glaðan innaní.










