KÍ vunnið rimmar føðingardagsgávu

Tær úr Klaksvík hava í dag vunnið finaluna 5-1 ímóti ÍF

Tað er 24. august í dag, og harvið er hetta føðingardagur hjá KÍ, sum varð stovnað 24. august 1904 og harvið fyllir 109 ár í dag.

 

Og tað er vorðið sum føðingardagsgáva, sum KÍ spælararnir hava givið felagnum. Í gjárkvøldið vunnu U17 gentur og U18 dreingir steypafinalurnar, og í morgun vann U14 gentuliðið hjá KÍ steypafinaluna.

 

Seinnapartin hava KÍ kvinnurnar vunnið fjórðu steypafinaluna til Klaksvíkar Ítróttarfelag í ár. KÍ kvinnurnar vunnu finaluna ímóti ÍF 5-1, eftir at hálvleiksstøðan var 2-0. At tað vóru favorittarnir úr Klaksvík, sum vunnu, varð avgjørt lítlu løtuna kring steðgin. Tríggjar teir síðstu minuttirnar í 1. hálvleiki og fimm teir fyrstu minuttirnar í 2. hálvleiki skoraði KÍ fýra ferðir.

 

ÍF legði bragdliga fyri, og tað hevði einki forgjørt verið í tí, um tær úr Fuglafirði høvdu sett hol á, áðrenn KÍ gjørdi bart.

 

Eftir steðgin var eingin ivi. Við væl uppløgdu Eyðvør Klakstein sum spælskipara og uppleggjara var KÍ leingi greitt omaná, og veteranurin Rannvá B. Andreasen skoraði trý mál. Liðformaðurin Malena Josephsen skoraði eitt og miðvallarin Annika Ragna Petersen skoraði eitt. Hjá ÍF var tað evnaríka Kristina Obradovic, sum minkaði um munin til 4-1.

 

KÍ vann steypakappingina fyrstu ferð í 2000, og hetta var 11. ferðin, at KÍ kvinnurnar vunnu steypakappingina.

 

 

 

LIÐUGT

5-1

 

 

80) 5-1: Rannvá B. Andreasen 80.

Av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til høgru hevur Rannvá B. Andreasen sera hegnisliga sett bóltin dygst inn við handara stólpa.

 

Hjá ÍF er Sigrid Petersen farin av vøllinum, og í hennara stað er komin Thurid Petersen.

 

70) 4-1

Vinstri vongverji hjá ÍF, Sigrid Petersen, var eftir snudd í nærdysti, skadd. Hon var uttanfyi eina løtu,men nú er hon komin á vøllin aftur.

 

65) 4-1

Tað gongur javnt á. Annika Ragna Petersen er farin av vøllinum, og í hennara stað er komin Sigrun Sirdal inn á KÍ miðvøllin.

 

 

60) 4-1: Kristina Obradovic 56.

ÍF fagnaðurin er stórur, nú tað hevur eydnast at minka um munin. Innskifta Durita Nielsen legði høgt innfyri úr høgru, og tá ið KÍ málverjn við handara stólpa ikki megnaði at halda bóltinum, var Kristina Obradovic fyrst á bóltinum, sum hon setti í netið.

 

Jenny á Lakjuni er farin av vøllinum, og í hennara stað er komin Durita Nielsen.

 

50) 4-0: Malena Josephsen 49.

So hevur liðformaðurin Malena Josephsen skorað fyri KÍ. Enn eina ferð var tað Eyvør Klakstein, sum legði horna innfyri úr vinstru, og mitt fyri málinum og við høvdinum setti Malena Josephsen bóltin í málið.

 

 

47) 3-0: Rannvá B. Andreasen 46.

Við einmansavriki hevur veteranurin Rannvá B. Andreasen økt um leiðsluna og harvið man mangt benda á, at spuringurin bara er, hvussu stórur sigurin fer at verða!

 

HÁLVLEIKUR

2-0

 

45) 2-0: Annika Ragna Petersen 44.

Tað gekk skjótt lítlu løtuna undan steðginum. Miðvallarin Annika Ragna Petersen stýrdi bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg úr vinstru frá Eyvør Klakstein.

 

43) 1-0: Rannvá B. Andreasen 43.

So hevur KÍ lagt seg á odda. Sera eyðsýnda og væl upplagda Eyvør Klakstein legði innfyri, og Rannvá stýrdi úr stuttari fjarstøðu bóltin í málið.

 

35) 0-0

Gongdin er tann sama. Kanska er samanspælið hjá KÍ vorðið eitt sindur betri, enn tað hevur verið.

 

30) 0-0

Tað er framvegis tætt. ÍF er heilt væl við, og nú hevur Rannvá B. Andreasen hjá KÍ havt fyrstu skotroyndina. Ferðin er ikki høg, og nærdystirnir eru fáir.

 

20) 0-0

ÍF hevur havt størsta møguleikan eftir fríspark og síðani langa framlegging, men KÍ slapp við skrekkin!

 

10) 0-0

Tað er framvegis málleyst í góðveðrinum á Tórsvølli. Síðstu løtuna hevur KÍ havt hug at leggja alt meiri trýst á.

 

5) 0-0

Higartil hevur tað gingið javnt á. Einastu royndina á málið hevur Mary-Ann Zachariassen hjá ÍF havt.

 

KÍ-ÍF kl.16.30

Dómari: Elsa Andreasen

KÍ: Monika Biskopstø - Sigrid Jacobsen, Bára S. Klakstein,  Malena Josephsen, Katrina Akursmørk - Laila Pætursdóttir, Eyvør Klakstein, Annika Petersen, Ása K. Thomsen - Rannvá B. Andreasen, Maria K. Thomsen

ÍF: Hanna Poulsen - Rósa Olsen, Jóhanna Hansen, Elsa Gunnarsdóttir, Sigrid Petersen – Jenny á Lakjuni, Jónfríð Hansen, Jacoba Langgaard, Erla Róin,  - Mary-Ann  Zachazriassen, Kristina Obradovic

 

 

Um eina lítla løtu, klokkan 16.30, verður fyrsta bríkslið í finaluni í steypakappingini hjá kvinnum.

Tað eru ÍF og KÍ, sum skulu dystast um, um steypið skal til Fuglafirðar ella til Klaksvíkar.

KÍ hevur stoltar traditiónir bæðií landskappingini og steypakappingini, meðan tað hevur verið longri millum stóru avrikini hjá ÍF í kvinnukappingini.

KÍ er stórfavorittur at vinna steypafinaluna. Síðsta sunnudag hittust hesi bæði liðini í Klaksvík, og tá vann heimaliðið landskappingardystin 12-0! Í tí dystinum skoraði Sofía Purkhús trý mál. Hon er farin av landinum í lestrarørindum og verður tískil ikki við í dag. Tað er Elsa Andreasen, sum verður dómari í dag.

 

 

Vegurin hjá ÍF í finaluna

Uttan dyst ímóti B68/NSÍ

1-3 og 2-0 á Víkingi – í finaluna við útivallarmálum

 

Vegurin hjá KÍ í finaluna

2-1 á HB eftir longda leiktíð

 4-0 og 11-2 á EBS/Skála

 

2000       KÍ

2001       HB

2002       KÍ

2003       KÍ

2004       KÍ

2005       B36

2006       KÍ

2007       KÍ

2008       KÍ

2009       AB

2010       KÍ

2011       KÍ

2012       KÍ

2013       KÍ