Tað verður toppdystur á ovara vølli í Gundadali. B36, sum er næstfremst, hevur vitjan av meistarunum í KÍ.
Felags fyri bæði liðini er, at tað er kapping um plássini á liðunum, og at tey í dag eru í stinnari útgávu.
Hjá KÍ er Heini Vatnsdal framvegis skaddur. René Shaki Joensen er á beinkinum saman við eitt nú Mads Bo Mikkelsen, Hallur Hansson og Børge Petersen.
Hjá B36 er Arin Knudsen leikbannaður. Erlendur Magnusson, sum ikki hevur verið við síðani í summar, tá ið hann fór av landinum í lestrarørindum, er á beinkinum, nú hann er heima í heystfrá. Saman við honum á beinkinum er eitt nú Benjamin Heinesen.
B36 og KÍ hava dystast tríggjar ferðir fyrr í ár. Í landskappingini hevur KÍ vunnið 3-2 í Gundadali og 2-1 í Klaksvík. Í fyrsta umfari í steypakappingini vann B36 2-0 í Gundadali.