KÍ er favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á dystin KÍ-Víkingur

Í annaðkvøld klokkan 19 tekur KÍ móti Víkingi á vøllinum við Djúpumýru í dysti í Betrideildini hjá monnum.

 

KÍ hevur fult stigatal, 12 stig fyri fýra dystir. Víkingur hevur bert tvey stig fyri fýra dystir.

 

KÍ er favorittur hjá níggju altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,69 og 1,75.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,60 og 3,92.

 

Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 3,90 og 4,30.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##