KFUK 80 ára minnisfund

Í sambandi við, at KFUK varð 80 ár 16. apríl, var limafundur hildin í gamla Meinigheitshúsinum í Havn (núverandi býráðssalinum). Fundurin varð hildin til minnis um fyrsta fundin, sum varð hildin har sama dag í 1920.

? Tað gleddi okkum at fáa loyvi at nýta sama hús, og hesum takka vit býráðsformanninum hjartaliga fyri, sigur Jona Henriksen, fyrrverandi KFUK-skrivari.