Keyp ein svartfugl fyri 165 krónur

Svartfuglur – lomvigi og álka – er sera góður og vælsmakkandi matur, men vilt tú geva 165 krónur fyri ein fugl?

Svartfuglur – lomvigi og álka – er sera góður og vælsmakkandi matur, men tá lítið er til av fugli og tíðin, tá loyvt er at skjóta, er avmarkað, er fuglurin vorðin enn forkunnugari.

 

Á Facebook-síðuni – Fuglaveiða í Føroyum – varð í vetur kunnað um ymiskar veiðiferðir við byrsu á báti eftir svartfugli. Sagt varð bæði frá veiðiferðum, sum høvdu roynst væl og øðrum, sum royndust minni væl.

 

Kjak varð eisini á Facebook-síðuni, um veiðan kanska skuldi verið avmarkað, soleiðis at talið av svartfugli, sum loyvt var at skjóta á hvørjari veiðiferð, hevði eitt hámark.

 

Um dagarnar hava vit sæð, at Norðfra í Leirvík bjóðar skrædlaðan íslendskan svartfugl – lomvigu og álku – til sølu sum part av teirra konsepti til føroyska marknaðin.

 

- Góðskan er fyrsta floks, og framleiðslan lýkur øll heilsufrøðilig krøv, tí hon fer fram á ES-góðkendum virki. Talan er um skrædlaðan lomviga og álku, sum vit innflyta úr Íslandi, siga tey hjá Norðfra.

 

Og soleiðis, sum tað “eigur” at vera, fylgir prísurin á 165 krónur fyri ein skrædlaðan svartfugl eisini útboðnum, sum sjálvandi er avmarkað, tá ræður um so forkunnugan døgurðamat sum lomviga og álka eru.