Keynes - sjálvandi!

Oddagrein:

Búskaparfrøðingurin Keynes hevur leingi verið krógvaður burtur í almenna orðaskiftinum. Tað var líkasum ikki pláss fyri tí búskaparfrøði, sum Keynes umboðar, í tí neokonservativa politiska universi, sum Reagan og Thatcher skaptu, og sum vit stríðast við enn. Keynes búskaparfrøðiligu ástøði bjargaðu heiminum eftir ræðuligu kreppuna í 1929. Grundsjónarmið Keynes var, eitt nú, at, tá alt steðgar upp fíggjarliga og búskaparliga, so er tað bert staturin, tað almenna, sum megnar at seta gongd á aftur. Tað almenna kann til eina og hvørja tíð útvega neyðturviliga fæfeingið. Tá alt steðgar upp, kann staturin, tað almenna sum tann einasti, venda skeivu gongdini.

 

Í gjár høvdu vit sera áhugaverda og aktuella tíðargrein her í blaðnum eftir Hermann Oskarsson, búskaparfrøðing. Greinin nevnist The Paradox og Thrift og byggir greinin á eitt Keynes hugtak, ið sipar til vælkenda kreppueyðkennið, at eingin vil nýta pening í krepputíðum. Tá búskaparkreppa herjar, fara øll at halda aftur. Tann einstaki, vinnulívið og tað almenna – øll spara. Hetta hendir sigur høvundin, tí øll hava mist álitið á, at tað verður nakað petti betur í morgin. Og ferðin á veg inn í kreppuna bara økist og økist, so hvørt sum sparingin tekur dik á seg. So hvørt sum íløgurnar minka, so hvørt sum keypið tórnar, so hvørt sum tað fjarðar á marknaðinum av berari pengasparing – tess verri verður kreppan. Tí tess minni verður umbiðið og keypt, tess minni skal framleiðast. Og tess minni framleiðslan gerst, tess færri íløgur skulu gerast. Búskapur heimsins er soleiðis komin í ein súg móti botni, sum melur alt skjótari, so hvørt sum pengasparingin tekur dik á seg (citat).

 

Hetta er í veruleikanum eitt paradox, ein tvørsøgn, tí tað skuldi verið alment galdandi sannleiki, at tað altíð loysir seg at spara, ikki minst í krepputíðum. Vit gloyma, at hesin hugburður bert økir um kreppuna, tí nýtslan minkar, umsetningurin fer í botn við øllum teimum neiligum fylgjum, vit kenna: húsagangur, arbeiðsloysi, virksemið steðgar og úrtslitið er enn meira kreppa.

 

Tað var bragd Keynes, at hann fekk Roosevelt fyrst og síðan flestu vesturlendsku stjórnirnar at skilja hetta paradoxið og at taka jaligu búskaparpolitisku avleiðingarnar. Við at fylgja hyggjuráðum Keynes megnaðu nógvar av heimsins stjórnum at venda skeivu gongdini og kreppan hasaði so líðandi av. Men Keynes bjargaði ikki bert búskapinum, hann bjargaði eisini fólkaræðinum. Har sum, stjórnirnar fylgdu ráðum Keynes, har styrktist fólkaræðið – har sum stjórnirnar nýttu onnur amboð, har viknaði tað. Týskland er í hesum høpi mest syndarliga dømið.

 

Alt bendir á, at okkara politikkarar lítlan hug hava at nýta Keynes búskaparliga ástøði í tí kreppu, sum nú vindur uppá seg. Orsøkirnar eru helst ideologiskar. Hetta ástøði gongur ímóti grundsjónarmiðunum hjá tveimum av samgonguflokkunum. Hetta er mikið spell, tí vanligt vit og skil sigur, at Keynes er svarið, tá tað ræður um at stimbra ein skrantandi búskap. Samgonga og andstøða eiga, meðan væl er, at lurta eftir Hermanni, sum skrivar, at nú eigur Keynes at dragast úr neysti.