Kerr hjálpir Írlandi

Føroyski landsliðsvenjarin Brian Kerr skal nú hjálpa Írlandi til HM-endaspælið. Írland skal spæla tveir sonevndar playoff dystir ímóti Fraklandi, og Brian Kerr skal nú geva írska landsliðsvenjaranum upplýsingar um franska landsliðið, sum Føroyar hava spælt tveir dystir ímóti seinasta árið.- Eg ætli mær at tosa við teir starvsfelagar, sum hava vitan um franska landsliðið, sigur Givoanni Trapattoni, sum er landsliðsvenjari hjá Írlandi - og tað sigur hann við blaðið Herald.