Kensluborin Evra eftir í Manchester

Sir Alex Ferguson hevur valt at lata liðskiparan, Patrice Evra, sita eftir í Manchester, meðan restin av liðfeløgunum eru í Amsterdam har Ajax tekur í móti í Europa League. Manchester City er á vitjan hjá Porto.

 

Endaspælið í Europa League byrjaði í vikuni og fleiri dystir verða í kvøld. Tað kom illa við hjá bæði Manchester United og Manchester City, at tey ikki megnaðu at vinna seg víðari úr bólkaspælinum í Champions League. Við einum triðja plássi í bólkinum fingið bæði liðini tó høvi at royna seg í Europa League.

 

Sir Alex Ferguson segði á tíðindafundi, at hevur valt hvíla Patrice Evra eftir eina torføra og kensluborna viku. Málið um Patrice Evra og Luis Suarez hevur fylt nógv seinastu vikuna. Ajax er somuleiðis fyrrverandi arbeiðisgevari hjá Luis Suarez.

 

Undan dystinum skriva enskir miðlar, at fleiri viðhaldsfólk hjá Ajax eru handtikin tí tey hava ætlanir um at leypa á viðhaldsfólk hjá Manchester United. Ryan Giggs er ikki við í hópinum vegna skaða og má sostatt bíða eitt sindur enn til spæla sín dyst nummar 900 fyri Manchester United.

 

Manchester City er í Portugal har Porto tekur ímóti. Mario Balotelli hevur leikbann í heimligu kappingini, men er tøkur til dystin í kvøld. Carlos Tevez er aftur í Manchester, men fyribils er hann ikki við í hópinum hjá Roberto Mancini.

 

Europa League í kvøld(Útvaldir dystir):

 

Lokomotiv Moskova – Ath. Bilbao (17:00)

Ajax – Manchester United (18:00)

AZ Alkmaar – Anderlecht (18:00)

Lazio – Atl. Madrid (18:00)

Porto – Manchester City (20:05)

Stoke – Valencia (20:05)