Kennir tú botnin?

Nýggj botnkort vísa, at havbotnurin manga staðni er øðrvísi enn gomlu kortini hava givið okkum eina fatan av - eitt nú er Guttagrynnan ein ryggur, og kanska mugu vit broyta hugsan um seinastu ístíð. Nýggju kortini er úrslit av áralangari dátuinnsavnan við m.ø. rannsóknarskipinum Magnusi Heinasyni.

VITAN & VÍSUND

Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum, skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri Føroya um evni, tey granska í. Hesaferð skrivar Knud Simonsen. 


****

Botndátur frá ymsum keldum hava í nøkur ár verið nýttar til at framleiða botnkortini, sum eru ein grunnleggjandi partur av arbeiðinum á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum við at teldusimulera sjóvarfalsrákið og alduviðurskiftini á landgrunninum. Hesi kortini geva áhugaverda og nýggja vitan um havbotnin kring oyggjarnar, sum í nøkrum førum víkja frá skúlalærdóminum, men sum eisini kunnu verða við til at lúka altjóða ásetingar um navngevan á havbotninum.


Guttagrynnan er ein ryggur

Nýggju kortini eru í mongum førum munandi neyvari enn tey vanligu sjókortini. Eitt dømi er eitt stórt øki vestanfyri, ið er nevnt Guttagrynnan. At talan ikki er um eina stóra, næstan runda grynnu, sum gomlu kortini vísa, er ikki nøkur nýggjheit fyri útróðrarmenn, sum royna á leiðunum. Heldur er talan um tveir ryggir. Annar gongur vestur úr Trøllhøvda og út í hin ryggin, sum liggur í ein norður-suður. Dýpið á leiðini er um 80 m, og stinga ryggirnir einar 15-30 m upp úr botninum.


Fleiri hava ivaleyst hoyrt fiskimenn tosa um, at teir hava roynt norðuri ella vesturi í kantinum. Við nýggju kortunum er ikki trupult at ímynda sær, hvaðani navnið kemur. Næstan allan vegin vesturi frá Skeivabanka og eystur á Fugloyarbanka reisir ein ryggur seg upp til einar 30 m, áðrenn farið verður út av landgrunninum og niður í djúphavið.


Endurnýtsla av gomlu fiskimiðunum

Á nýggju kortunum eru nógvir kneysar og grynnur. Nógvir av teimum eru - ella rættari vóru - navngivnir við nøvnum á fiskimiðum. Fyrr vóru fiskimiðini og ikki minst ýtini til miðini at rokna sum vinnuloynidómar. Nakað av hesari vitan er fest á blað í miðabókum. Summar eru enn loyniligar, aðrar eru í varðveitslu hjá teimum avvarðandi, meðan nakrar fáar eru útgivnar. Í dag finst neyvan útróðrarbátur, sum ikki er útgjørdur við GPS og aðrari hátøkniligari navigatiónsútgerð, har miðini eru longd og breidd í einum plottara. Tørvurin at navngeva miðini er ikki longur tann sami. Hóast nakrar miðabøkur eru varðveittar, so kann kortini verða trupult at finna miðini, tí oftani er torført at siga, hvar ýtini eru, og er hesin partur av okkara útróðrarmentan tí í ferð við at hvørva.


Í ST skipanini er ein bólkur, The UN Group of Experts on Geopgraphical Names, sum hevur til endamáls at stimbra til at brúka neyvari og eintýðug staðarnøvn. Seinastu árini er áheitanin víðkað til eisini at umfata havbotnin, serliga nú ið nútímans tøkni ger tað møguligt at kortleggja havbotnin eins væl og lendi á landi. Nýggju kortini gera tað møguligt at vera við til at fylgja komandi altjóða ásetingum og samstundis varðveita og brúka ein part av gomlu útróðrarmentanini.



Nýggj hugsan um seinastu ístíðina?

Eisini sæst ymiskt í hesum nýggju kortunum, sum ikki heilt sampakkar við okkara vanligu fatan av, hvussu oyggjarnar eru skaptar ígjøgnum tíðirnar. Undir seinastu ístíð halda vit, at ein stórur partur av landinum var fjaldur undir tjúkkum ísi, sum spakuliga flutti seg út ígjøgnum dalar og sund og út á sjógv. At so hevur verið, í øllum førum í eina tíð, er einki at ivast í. Tað eru fleiri tekin um tað kring landið. Millum tey sjónligastu prógvini eru ísskúraðu hellurnar oman fyri Múlavík á Eiði og beint niðan fyri landsvegin oman fyri Kvívík. At ísurin er komin suður ígjøgnum Sundalagið og er farin eystureftir báðumegin Nólsoynna, er helst einki at ivast í. Tað vísa grynnurnar, sum stinga seg eystur úr báðum endunum á Nólsoynni.


Norðanfyri eru týðiligar rennur, sum liggja sum framhald av sundunum norðanfyri. Í fyrsta umfari kann hetta tykjast natúrligt. Men um hugt verður nærri eftir, so sæst, at rennurnar eru smalastar úti á landgrunninum, og síðani breiðkast inn ímóti landi. Á landi vita vit, at smáir løkir so líðandi vaksa til breiðar áir, so hvørt tær nærkast sjónum. Er tað, vit síggja á botninum norðanfyri, leivdir av stríðum streymum uttan av landgrunninum og inn ímóti landi? Kann hugsast, at talan er um smeltivatn av stórum ísnøgdum norðarlaga á landgrunninum undir seinastu ístíð? Vit vita tað ikki, so hetta eru enn bert leysar gitingar.


Nýggj botnkort, men ikki sjókort

Hesi nýggju botnkortini, sum higartil bert hava verið nýtt í teldusimuleringunum av streymi og aldum á Náttúruvísindadeildini, koma út í næstum sum partur av nýggjari skipan, sum er ætlað til bátar og skip, ið felagið Munin mennir. Eisini verða innsavnaðu dáturnar partur av grundarlagnum undir nýggjum botnkortum, sum Jarðfeingi er í ferð við at framleiða til nýggja atlasið, ið NÁM eftir ætlan gevur út í 2013.


Talan er kortini ikki um nýggj sjókort! Fram til seinasta ársskiftið hevði Farvandsvæsenset í Danmark einkarættin til at gera sjókort í øllum ríkinum. Hesin stovnurin varð endaliga avtikin um ársskiftið, og einkarætturin til at gera sjókort liggur nú hjá Kort og Matrikelstyrelsen í Danmark. Hetta merkir, at botnkortini, sum føroyskir stovnar framleiða, løgfrøðiliga ikki eru til at sigla eftir. Tó skal nevnast, at Landsverk ger mátingar av dýpinum til viðlíkahald av sjókortum í havnum og innsiglingum.


Innsavnaðu dáturnar

Tað er Havstovan, sum hevur savnað inn og góðskutryggjað dýpdarmátingarnar eftir slóðini hjá rannsóknarskipinum Magnusi Heinasyni øll hesi árinisíðani 1999 og hevur latið tey til Náttúruvísindadeildina. Eisini eru líknandi mátingar eftir slóðini hjá vaktar- og bjargingarskipinum Tjaldrinum í ár 2000 og mátingar hjá Landsverki inni á firðunum. Hetta eru alt mátingar, sum eru gjørdar við vanligum einstrálu-ekkoloddi.


Í savninum á Náttúruvísindadeildini eru eisini dýpir frá sonevndum 3D seismiskum kanningunum eystur av Munkagrunninum og í Hetlandsrennuni. Hetta eru sera neyvar mátingar, sum eru tøkar fyri hvørjar 10 m í kannaðu økjunum, sum Jarðfeingi hevur lagt til rættis til hetta serliga endamálið.


Tøku mátingarnar hjá Landsverki eru í stóran mun frá 1980-árunum, tá ið Landsverk, ella Landsverkfrøðingurin, ið stovnurin kallaðist tá, hevði bát siglandi aftur og fram í firðunum við 10-20 m ímillum slóðirnar. Í nøkrum støðum, serliga í havnarløgum og har sum stórar útbyggingar hava verið, eru slóðirnar enn tættari. Landsverk hevur fyrr givið hesar mátingarnar út í máliborðskortum, og tey eru eisini at síggja á korttænastusíðuni www.kortal.fo.


Framtíðar botnkort

Í dag eru ekkolodd, sum hava fleiri strálur og kunnu gera munandi neyvari mátingar. Fyri nøkrum árum síðani útvegaði Landsverk sær eitt av hesum fleirstráluekkoloddunum. Tólið hjá teimum hevur 240 strálur og mátar neyvt í einari breiðari slóð undir bátinum. Nýggju mátingarnar eru so mikið neyvar, at burturblivnar súkklur og annað burturkast, sum liggur á botninum, síggjast á nýggju kortunum. Útgerðin hjá Landsverki er serliga ætlað til innaru leiðirnar og er best egnað til dýpir grynri enn 70 m. Á hesum dýpinum er mátaða slóðin heilar 245 m breið.


Í nýggja rannsóknarskipinum, sum væntandi verður farið undir at byggja í næstum til Havstovuna, er lagt upp til, at slík útgerð ætlað til djúpan sjógv verður ísett. Tað verður byrjanin til næsta ættarlið av há-neyvum botnkortum fyri føroyska sjóøkið.