Kendur føroyskur rockbólkur aftur at hoyra

Nú verður møguleiki at uppliva roynda rockbólkin Hjarnar á konsertum, sum verða hildnar í Klaksvík og í Havn.


Hjarnar er ein av slóðbrótandi bólkunum í føroyskum tónleiki, og fyrra partin av áttatiárunum vóru teir sera virknir við útgávum og framførslum. Í 1984 kom LP-plátan We Come For You út, og hendan útgávan verður í miðdeplinum, nú Hjarnar savnast aftur til tvær serligar framførslur.


Fríggjakvøldið 27. mai spæla Hjarnar í Spaniastovu í Klaksvík, og leygarkvøldið 28. mai verða teir at hoyra í Reinsarínum í Havn.


Á hesum konsertum spæla Hjarnar sangir av útgávuni We Come For You, og teir tríva eisini í onkrar aðrar kendar sangir av øðrum útgávum. Harafturat verður eisini okkurt at hoyra, sum teir ongantíð áður hava spælt live.


Hjarnar stillar við sterkastu manning til konsertirnar. Tónleikararnir í bólkinum verða Karl Martin Samuelsen, Jørgin Dahl, Eyðun Nolsøe, Jógvan Olsen, Ólavur Øster, Hans Black og Graham Stewart.